Guus Hiddink

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Guus Hiddink í 2012.

Guus Hiddink (føddur 8. november 1946 í Varsseveld í Niðurlondum) er niðurlendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari.[1]

Frá 1967 fram til 1982 spældi hann sum miðvallaleikari fyri m.a. PSV Eindhoven, De Graafschap og NEC Nijmegen. Hann byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsvenjari í 1982, fyrst varð hann settur sum hjálparvenjari, men í 1987 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá PSV í niðurlendska býnum Eindhoven.

Hann var m.a. venjari hjá niðurlendska fótbóltslandsliðinum frá 1995 til 1998 og høvuðsvenjari hjá landsliðnum í Russlandi frá 2006 til 2010.

Í løtuni er hann venjari hjá fótbóltslandsliðinum á oynni Curaçao í Karibiahavinum.

Yrkisleið sum venjari[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Guus Hiddink, soccerway.com (á enskum)