Václav Noid Bárta
Václav Bárta, føddur 27. oktober 1980, eisini kendur sum Václav Noid Bárta, er ein kekkiskur sangari, tónaskald og sjónleikari.
Václav kemur frá einari listarligari familju. Pápi hansara er rithøvundur og leikstjóri, og mamma hansara er songkvinna. Tá hann var 17 ár stovnaði hann kekkiska metalbólkin Dolores Clan, og seinni tónleikabólkin Noid Crew. Václav hevur framført nógv a palli og kunnu nevnast sjónleikara- og sangleiklutir í Hamlet, Excalibur, Aida, Jesus Christ Superstar, Lucie og větší než malé množství lásky.
Hann hevur givið út fleiri sangir sum solo artistur, og eigur kekkisku tónleika framleiðslufyritøkuna ParaNoid Studio, har hann framleiðir sín egna tónleik.
Václav umboðar, saman við Martu Jandová, Kekkia í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Hope Never Dies".
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Václav Barta á ensku wikipedia
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]Václav Bárta á Internet Movie Database