Brúkari:Ojokladal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ólavur Jøkladal[rætta | rætta wikitekst]

Ólavur Jøkladal (20. september 1952 í Klaksvík), føroyskur kórleiðari. Ólavur Jøkladal hevur síðan 1995 verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis, sum varð sett á stovn sama ár. Ólavur Jøkladal var leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000.

Tórshavnar Kamarkór. Ólavur Jøkladal, kórleiðari, stovnaði kórið í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Kórið var byrjað í 1984 undir navninum Kamarkór Tórshavnar Musikkskúla, hetta var broytt til Tórshavnar Kamarkór árið eftir. Ólavur Jøkladal gjørdist cand. phil í 1988 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og cand. mag. í 1992 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og Fróðskaparsetri Føroya.

Tónleikur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1985 Sálmur 42
  • 1995 Innibyrgdur
  • 2010 Overtura - Hýsisá
  • 2011 Kvintett “Corvus”

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1987 Blátt - Havnarkórið & Tórshavnar Kamarkór
  • 1996 Várlongsil - Tórshavnar Kamarkór

Tónleikaframførslur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1984 Christianskirkjan, Klaksvík
  • 1986 Tivolis konserthøll, Keypmannahavn
  • 1986 Roskilde Domkirke
  • 1987 á Tinghúsvøllinum
  • 1993 Sofia Albertina, Landskrona
  • 1993 Lunds Domkirke
  • 1996 Hallgrímskirkjan, Reykjavík
  • 1997 Gammel Aker kirke, Oslo
  • 1997 Viborg Domkirke
  • 2001 Nordisk Musikpædagogisk Union
  • 2011 Havnar Kirkja, dómkirkjan í Tórshavn
  • 2015 Danska Uttanríkisráðið - ambasadørar
  • 2015 30 ára jubileumskonsert í Vesturkirkjuni
  • 2016 á Tinghúsvøllinum