Orangutangur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|
||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Orangutang (frøðiheiti - Pongo pygmaeus) er størsta dýr í heiminum, sum heldur til uppi í trøum. Orangutang - navnið stavar frá maleisiska orðinum fyri "Maðurin í skóginum". Orangutangungarnir eru ikki gamlir, tá ið teir læra at gera sær ból uppi í trøunum. Teir læra av foreldrunum, royna aftur og aftur, til teir duga at gera sær ból eftir lítlari løtu. Teir benda leyvklæddar greinar uppeftir, flætta tær og leggja seg væl til rættis fyri náttina. Orangutangur líva í Landsynningsásia. Indonesia og Malaysia. Orangutangin er hótt dýr. Tí eru friðingarøki gjørd í regnskóginum, har tær kunnu liva í friði og náðum. Orangutangur eru plantuátarar og etur mest frukt.