Kurt Mørkøre
Kurt Mørkøre (20. februar 1969) er føroyskur fótbóltsspælari og venjari.
Sum leikari
[rætta | rætta wikitekst]Fyrst og fremst er Kurt kendur sum álopsleikari, men hevur eisini spælt sum verjuleikari og á miðvøllinum. Kurt spældi í sínum ungdómsárum og frameftir við besta liðnum hjá KÍ. Í 1999 til 2001 fór Kurt til Noregs og spældi við Sogndal. Hann kom aftur til KÍ og spældi í 2001-2002. Eftir hetta fór hann aftur Noregs og gjørdist venjari hjá felagnum Eide og Omegn IL í norsku 3. deild. Kurt gjørdi eitt stutt rend aftur til KÍ í 2005 fyri at bjarga teimum úr niðurflytingarvandanum. Hetta megnaði hann eisini. Í september 2005 valdi hann at gevast sum leikari.
Kurt hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu deildini í Føroyum, nevnliga í 1988 og 1996.
Sum venjari
[rætta | rætta wikitekst]Kurt hevur verið leikandi venjari við bæði KÍ og Eide og Omegn. Í 2007 var hann venjari hjá besta liðnum hjá B36. Í dag er Kurt venjari hjá norska Elnesvåg.
Mál fyri Føroyar
[rætta | rætta wikitekst]- 8. august 1990 - 1-0 Føroyar-Ísland (í 10. minutti, úrslit var 2-3).
- 4. februar 2000 - 1-0 Føroyar-Ísland (í 20. minutti, úrlsit var 2-3).
- 24. mars 2001 - 2-0 Føroyar-Luksemburg í 83. minutti.