Ingun Christensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ingun Christensen (fødd í 1968) er føroyskur rithøvundur uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon er útbúgvin korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum hevur fevnt um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað meira hevur verið innan tað fakliga.

Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í blaðnum Kvinna í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.


Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Stuttsøgur[rætta | rætta wikitekst]

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 Trælabundin (Kvinna)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Bfl.fo - Garðvættrarnir gera uppreistur". http://bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&ProductID=PROD881. Heintað 2015-09-13.