Arianta arbustorum
| Arianta arbustorum | ||||||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Vísinda flokking | ||||||||||||||
|
Arianta arbustorum (frøðiheiti - Arianta arbustorum, føroyskt navn væntar, danskt kratsnegl) var fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1880'unum, men var so ikki sæddur aftur fyrr enn í 1990'unum. Hann er funnin "aftur" í Tórshavn, Nólsoy, Toftum, Syðrugøtu og Sørvági.
Útsjónd [rætta]
Arianta arbustorum er størsti snigil við húsa ið verpir í Føroyum*. Hæddin á húsanum er 12-23 mm, breiddin er 15-24 mm og hevur hann 5-6 snúningar. Húsin er litfagur, brúnur við ljósum tvørstrípum og eini døkkari rípu ið fylgir snúningunum. Ein eyðkendur snigil.
Kroppurin er døkkur, stundum svartur, stundum gráligur við ljósari flekkum.
* Seinastu árini eru einstakir Capaea nemoralis (danskt lundsnegl), C. hortensis (danskt havesnegl) og vínbrekkusniglar sæddir her, helst innsløddir við plantum, men tað er ikki staðfest at teir verpa her.
Liviøki [rætta]
Arianta arbustorum finst bara í fáum støðum í Føroyum, har hann sæst í urtagørðum, rabarbugørðum og fram við veitum í bygdum øki. Arianta arbustorum er plantuetari burturav, men ger ongan skaða í urtagørðum.