Anna Evensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Anna Marie Nicoline Evensen (fødd Lützen; 10. juli 1841, deyð 1927) var dóttir Andreas Christian Lützen, fyrsta Lützen í Føroyum, og Evu Margrethu úr Baianstovu. Anna giftist við prestinum Jens Christian Evensen, tey fingu børnini Jens Evensen, Andreas Christian Evensen, Margrethe Elisabeth Sørensen, Margrethe Frederikke vanliga nevnd Frida, Johannes Evensen og Johan Edvard Evensen.

Tey búðu fyrst á Viðareiði, har Jens Christian hevði sítt fyrsta prestastarv. Síðan fóru tey til Hvalibar, seinni endaðu tey á Nesi, tá Jens Christian gjørdist próstur. Tá heilsan hjá manni hennara viknaði, fluttu tey til Bregninge í Danmark, har Jens Christian fekk prestastarv í 1900, bert 4 ár eftir doyði Jens Christian Evensen. Tá flutti Anna í fyrsta umfari heim aftur til Føroyar, men hon flutti aftur til Bregninge, har ein dóttir, Elisabeth var gift. Í 1927 doyði Anna, 85 ára gomul. Hon var jarðað undir liðini á manni hennara í Bregninge. Gravsteinarnir standa nú beint undir kirkjuvegginum.

Børn hennara[rætta | rætta wikitekst]

Jens Evensen doyði heilt lítil á Viðareiði og var jarðaður har.

Andreas Christian Evensen var prestur, málvísindafólk, blaðstjóri, rithøvundur og politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Í 1903 varð fyri fyrstu ferð prædikað í føroyskari kirkju á føroyskum í Skopunar Kirkju, eftir at skopuningar høvdu savnað undirskiftir við áheitanini. Hann varð settur próstur í 1917, men gjørdist so sjúkur, at hann doyði sama ár. Hvussu umfatandi hansara áhugamál vóru, sæst eisini av, at Andreas Christian Evensen var við til at stovna Føroya Fiskimannafelag og var í fyrstu nevndini í 1911.

Margrethe Elisabeth Evensen flutti saman við foreldrunum til Bregninge á Sjællandi. Her giftist hon við einum einkjumanni, Søren Sørensen, ið var lærari. Tey fingu sonin Jens, sum gjørdist gartnari á Assistens kirkjugarðinum í Keypamannahavn. Hann var giftur, men doyði ungur og barnleysur.

Margrethe Frederikke Evensen, kallað Frida, giftist við systkinabarninum Johan Evensen, sum var kolonistjóri ymsastaðni í Grønlandi. Tey áttu fýra børn. Tá ið Johan doyði, flutti Frida til Danmarkar, har hon var einkja í 50 ár og doyði í 1966.

Johannes Evensen var yvirgrannskoðari í landbúnaðarmálaráðnum í Keypamannahavn. Hann var útbúgvin landmálari. Í 1920 matrikuleraði hann í Tórshav, og í 1950øunum matrikuleraði hann í Fámjin.

Johan Edvard Evensen varð vanliga nevndur Spinnarin, tí hann hevði spinnarí í Havn. Hann var tann fyrsti, sum varð grivin í nýggja kirkjugarðinum í Havn í 1935.

Beiggjar hennara[rætta | rætta wikitekst]

Anna Lützen hevði átta beiggjar. Fyrsti Nicles Evensen doyði bert hálvt ára gamal. Síðani kom Anna sjálv og eftir hana komu hinir sjey beiggjarnir.

Nicels Lützen fór í 1858, 14 ára gamal, til Klaksvíkar at arbeiða í Klaksvíkshandlinum.

Jacob Lützen (1845-1920) var tann einasti av systkjunum, sum bleiv verandi í Havn. Í 1871 yvirtók Jacob Lützen, 31 ára gamal, handilin frá pápanum og flytir hann yvir í Fútastovu. Hetta varð størsti úthandilin hjá Jørgen Bech & Sønner. Jacob giftist við Henriettu, vanliga kallað Jetta, dóttir gamla Restorff. Hann bygdi sethús niðast við Tinghúsvegin, eystanfyri, Hetta gjørdist tann kendi handilin hjá Jacob Lützen við Áarvegin. Ovaru hæddina nýtti sonurin Valdemar til íbúð, inntil hann bygdi húsini í Rættará seinast í 1920-unum.

Lütje fór ungur niður at lesa. Komin heim aftur gjørdist hann fulltrúi hjá fútanum. Í 1878 gjørdist hann fyrsti blaðstjóri á Dimmalætting.

Andreas Christian Lützen fór til Amerika at grava eftir gulli. Tað frættist frá honum í eini tvey ár. Síðstu ferð hann skrivaði, ætlaði hann sær til Australia. Meira vita tey ikki.

Georg Flemming var uppkallaður eftir sorinskrivaranum, Tillish, sum var góður við pápa hansara. Georg doyði ungur í 1860.

Vilhelm Lützen doyði ungur ársgamal av difteritis

Edvard Ægideus Lützen var prestur, búði seinast í Fredericia. Hann var eisini trúboðari í Grønlandi.

Eftirkomar hennara í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Einastu eftirkomar hjá Annu Evensen í Føroyum er ein abbadóttir Johan Edvard, Ingun Schiller, sum er gift við Eiriki Lindenskov, blaðstjóra á Miðlahúsinum. Tey eiga børnini Annu og Jónas Lindenskov Schiller, sum eisini eru eftirkomar hjá Annu Evensen í Føroyum.

Navnið Anna[rætta | rætta wikitekst]

Navnið Anna er søguligt í Evensenættunum. Anna Evensen varð uppkallað eftir ommu síni Anna Marie Hansdatter. Yngsti sonur Annu Evensen, Johan Edvard kallaði dóttir hansara upp eftir mammu síni. Ommudóttirin giftist við Gunder Schiller Johanson, ið átti Gunder Harratoy, hon tók navn hansara til sín Anna Schiller. Anna og Gunder Schiller doyðu bæði ung, hóast fingu tey tvær døtrar, ið báðar kallaðu elstu dóttur teirra upp eftir mammu teirra Annu.

Bókin[rætta | rætta wikitekst]

Í 1925 fekk Christian Olsen orðið á hana. Hon greiddi frá, meðan hann skrivaði niður, tá vóru trý eintøk gjørd. Hetta var fyrstahonds frásøgn frá eini føroyskari kvinnu, sum er fødd í 19. øld. Í 2013 kom bókin hjá Annu út prentað í upprunalíki, ið varð kallað Dagligdagur í 19. øld.