Álopini í Keypmannahavn í februar 2015
Yvirgangsálopini í Keypmannahavn 2015 eisini kent sum Álopið móti Krudttønden og Eysturbrúgválopið var ein røð av skotálopum, ið fóru fram í Keypmannahavn: á Eysturbrúgv 14. februar 2015 og við Synagoguna í Krystalgade hin 15. februar 2015.
Álopið móti mentanarhúsinum Krudttønden
[rætta | rætta wikitekst]Alopið fór fram, meðan ein kjakfundur við yvirskriftini List, gudsspottan og talufrælsi (á donskum: Kunst, Blasfemi og Ytringsfrihed) var hildin í mentanarhúsinum Krudttønden í Keypmannahavn. Fundurin var fyrireikaður av Lars Vilks Nevndini, hvørs endamál er at fyriskipa fundir við tann svenska keiputeknaran Lars Vilks, ið m.a. hevur teknað Mohammed-tekningar. Knappliga kom ein maður inn í hølið og byrjaði at skjóta við maskinbyrsu. Ímillum luttakararnar á fundinum var eisini Fraklands ambassadørur François Zimeray. Ein 55-ára gamal danskur filmmaður, Finn Nørgaard, varð dripin undir skotálopinum,[1] harafturat vóru tríggir løgreglumenn særdir. Hvørki Lars Vilks ella tann franski ambassadørurin vóru raktir. Danska løgreglan segði á middegi 15. februar 2015, at eftir teirra meting var talan um eitt yvirgangsálop.[2]
Skotálopið móti synagoguni
[rætta | rætta wikitekst]Stutt fyri kl. 01:00 danska tíð hin 15. februar 2015, umleið níggju tímar eftir tað fyrstu skothendingina í Krudttønden, fór eitt nýtt skotálop fram móti tí stóru synagoguni í Krystalgade í Keypmannahavn. Ein Bat Mizvah (jødisk konfirmatión), har ið 80 fólk vóru til staðar, var hildin har. Ein persónur, ið seinni var eyðmerktur sum Dan Uzan, ein 37-ára-gamal limur í jødiska samfelagnum í Danmark, hevði trygdarvakt, tá ið hendingin fór fram, hann varð skotin í høvdið og doyði seinni av løstunum.[3] Uzan var eisini kendur sum kurvabóltsleikari.
Mistonkti brotsmaðurin dripin
[rætta | rætta wikitekst]Tíðliga sunnumorgun hin 15. februar 2015, varð tann mistonkti brotsmaðurin dripin á Nørrebrúgv eftir skotveksling við løgregluna.[4] Løgreglan heldur, at maðurin, ið skeyt móti fólkunum í Krudttønden, er tann sami sum maðurin, ið leyp á synagoguna.[5] Mistonkti brotsmaðurin var tann 22-ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein, ið er føddur og uppvaksin í Danmark. Maðurin varð fongslaður eftir knívstungu og varð í 2014 dømdur 2 ára fongsulsrevsing, men hann var longu leyslatin aftur í januar 2015.[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Per Mathiessen, Annelise Pedersen, Thomas Gösta Svensson, Christian Kloster (15. februar 2015). "Den myrdede var kendt filminstruktør". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/nyheder/terror/den-myrdede-var-kendt-filminstruktoer/5443118.
- ↑ politiken.dk: Gerningsmand dækkede sig til med partisan-tørklæde under attentat, hentet 14. februar 2015
- ↑ Copenhagen hit by second deadly shooting BBC. 15 February 2015
- ↑ dr.dk: Minut for minut: Flere dræbt og såret ved skudangreb i København hentet 15. februar 2015
- ↑ politiken.dk: Politi: Den formodede gerningsmand er dræbt, hentet 15. februar 2015
- ↑ dr.dk