Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2022

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Athen
Athen

Athen (grikskt: Αθήνα; Athína) er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva (2011) 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum, (fólkatalið var 796.442 í 2004) á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa.

Grikska parlamentsbygningurin á Syntagma Plássinum. Myndin er tikin 17. mai 2012, tá nýggja stýrið tók við, tá fíggjarkreppan leikaði harðast í Grikkalandi.

Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið.

Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni.

Søga

Tey eldstu prógvini frá menniskjum í Athen eru frá yngru steinøld. Í bronsuøldini uppstóð eitt meira skipað samfelag, ein partur av tí mykensku borgmentanini. Eftir at henda mentanin fall umleið ár 1200 á.Kr. komu tær myrku øldirnar (uml. 1200 til 900 á.Kr.). Frá hesi tíðini eru nøkur spor av aktiviteti í Athen, men tað sær ikki út til at hava verið eitt samfelag, ið var nakað serliga skipað.

Hefaisteion

Býurin fór at vaksa umleið 900 á.Kr. Fram til umleið 640 á.Kr. var Athen eitt kongadømi við einari aristokratiskari stýrisskipan. Athenbúgvar løgdu Attika undir seg hetta tíðarskeiðið. Meðan allir grikskir býarstatir høvdu ræði yvir eitt øki kring sjálvan býin, er tað annarleiðis við Athen, sum hevði valdið á einum rættiliga stórum øki. Undir tyraninum Peisistratos byrjaði býurin at markerað seg sum ein miðdepil fyri listahondverk og arkitektur.

Í 510 á.Kr. fingu tey ið vóru ímóti tyranstýrinum hjálp frá Sparta til at broyta stýrisskipanina. Tað athenska fólkaræðið var eitt demokrati, ið hevði beinleiðis fólkaræði við eini røð av sereyðkennum.