Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2019

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jól

Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.

Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas".

Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.

Uppruni jólanna

Føðingadagur fyri ósigrandi sólini (Sol Invictus á latínskum) var sama dag sum vetrarsólstøða.

Sólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið.

Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotamia í Ásia 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotamia hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar. Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist Sacaea. Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir.

Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norðurskandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finna sólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari.

Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð Saturnusar, sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav.

Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tað hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum.

Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar "dies natalis solia invicti" til føðingadag Jesu. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534.

Í Norðurlondum hildu forfedrar okkara heiðin jól, vetrarsólstøðu, sum eisini varð hildin gróðurgudinnuni Froyu til heiðurs. Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember.

Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól".

Les meir um JólSavn