Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Victor Danielsen
Victor Danielsen

Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði) var ein føroyskur trúðboðari innan Brøðrasamkomuna og bíbliutíðari. Victor Danielsen gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og fór at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. Victor Danielsen var sera virkin trúboðari, og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði. Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja Testamenti. Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar.