Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2023

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Suðuramerika
Suðuramerika

Suðuramerika er annað av meginlondunum á vestaru hálvkúlu jarðar, og er størri parturin av meginlandinum sunnanfyri ekvador. Tað liggur millum tvinni høv – vestanfyri er Kyrrahav og eystanfyri er Atlantshav; Norðuramerika og Karibiahav eru norðanfyri.

Mangan verða meginlondini bæði – Norðuramerika og Suðuramerika – roknaði undir einum sum Amerikansku meginlondini, og hava bæði fingið navn eftir Amerigo Vespucci, ið var fyrsti evropearin, sum vísti á at hesi meginlond ikki vóru India, men heldur ein nýggjur heimur, ið evropearar ikki kendu frammanundan.

Suðuramerika er 17,840,000 km² stórt, og tað svarar til uml. 3.5% av jarðarflatuni. Tað var í 2005 mett, at fólkatalið var hægri 371 000 000. Í vavi eru trý meginlond størri enn Suðuramerika (Asia, Afrika og Norðuramerika, men tá talan er um fólkatal, er Evropa eisini størri enn Suðuramerika, tí bert í Oseania bugva færri fólk. Antarktis er jú fólkatómt.

Jarðfrøði

Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá Panamaveitini, sum sker seg gjøgnum Isthmus í Panama og suður í Eldlandið. Summi rokna Norður- og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt Panama – eisini pettið eystanfyri Panamaveitina – mangan roknað upp í Norðuramerika, ella kanska meiri neyvt millum londini í Miðamerika.

Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at Norður- og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan Isthmus í Panama, varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar Stóra Amerikanska Samanrenningin. Andesfjøllini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri Andesfjøllini er tropiskt veðurlag við regnskóg og stóra ósanum frá Amazonánni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast Patagonia og tann sera karga Atacama oyðimørkin.

Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. Karibia verður tó roknað uppí norðuramerikanska økið. – Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti Karibiahavi, og verða tey eisini nevnd Karibiskt Suðuramerika.