Wikipedia:Mánaðargrein 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mánaðargreinir nýttar í 2016.


Mánaðargrein fyri januar


Fólkalýðveldið Kina
Fólkalýðveldið Kina

Fólkalýðveldið Kina er eitt stórt land í Asia. Kina er tað landið í heiminum, sum hevur flestar íbúgvar (1,3 milliardir). Fimtahvørt fólk í heiminum nú á døgum býr í Kina. Hetta ovurstóra landið er næstan líka stórt sum alt Evropa og triðstørsta land í heiminum, næst Russlandi og Kanada. Høvuðsstaður er Beijing og londinum hevur mark við 15 lond: Russland, Norðurkorea, Mongolia, Kasakstan, Kirgisia, Tadsjikistan, Afghanistan, Pakistan, India, Nepal, Butan, Burma, Laos, Vjetnam og Hongkong. Í Kina eru mong mál. Høvuðsmálið er kinesiskt. Kina skal breyðføða 20 prosent av heimsins menniskjum við sjey prosentum av heimsins landbúnaðarjørð, og ein triðingur av heimsins fólkum fáa vatn úr kinverskum áum. Kina er í stórum vøkstri, og vøkstur er raðfestur ovarlaga, tí hevur umhvørvismálaráðið ilt við at tálma árinini av vøkstrinum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Jóan Símun Edmundsson
Jóan Símun Edmundsson

Jóan Símun Edmundsson er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir við danska Superliga-felagnum OB og føroyska fótbóltslandsliðnum. Hann byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í B68. Í desember 2009 varð hann útlæntur til enska felagið Newcastle United. Hann skrivaði undir sáttmála við felagið í juni 2010 og spældi sín fyrsta dyst fyri Newcastle í einum vinadysti móti Norwich City hin 25. juli 2010. Hin 7. januar 2011 spældi hann við Gateshead, ið lænti hann í 28 dagar. Hann spældi sín fyrsta dysti fyri Gateshead 8. januar 2011 móti Kidderminster Harriers og skoraði sítt fyrsta mál fyri Gateshead hin 15. januar 2011 í FA Trophy í einum 6–0 sigri móti Hampton & Richmond Borough. Jóan Símun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við norska felagið Viking hin 15. februar 2012. Sama árið lænti Viking hann út til danska felagið FC Fredericia. Hann spældi 8 dystir fyri Viking og 8 fyri Fredericia. Í 2014 flutti hann heimaftur til Føroya eina tíð, har hann fyrst spældi við AB og síðan við HB. Eftir tað skrivaði hann undir ein 2-ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, ið tá spældi í næstbestu deildini í Danmark, 1. deild. Hin 14. november 2014 skapti hann stórtíðindi og yvirskriftir um alt Evropa og kring heimin, tá ið hann skeyt bóltin í málið á útivølli í kvalifiseringsdysti móti Grikkalandi á Karaiskakis Stadion í Pireus. Føroyar vunnu dystin 1-0. Hin 28. november 2015 skoraði hann eitt mál, ið ítróttaviðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini TV3+ nevndu aldarinnar mál og samanbóru hann við Lionel Messi, George Best and Diego Maradona. Í desember 2015 vann hann kappingina hjá TV3+ um Ársins mál í kapping móti eitt nú Neymar og Messi. Í januar 2016 skrivaði hann undir ein 2½ ára sáttmála við danska Superligafelagið OB.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Carl Jóhan Jensen
Carl Jóhan Jensen

Carl Jóhan Jensen (føddur 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur tríggjar ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989, 2006 og 2015, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016. Í 2007 var tað bókin Ó - Søgur um djelvulskap, sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar ið varð tilnevnt, í 2016 er tað fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri. Carl Jóhan vaks upp í Havn. Í 1973 flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í 1976. Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann eitt nú starvaðist sum blaðmaður. Frá 1979 til 1981 las hann føroysk á Fróðskaparsetrinum. Frá 1981 til 1987 las hann íslendskt mál og bókmentir í Reykjavík. Í 1990 tók hann prógv sum cand.phil. í føroyskum máli og bókmentum. Hann er giftur avstralsku Kate Sanderson, saman eiga tey tveir synir. Kate hevur starvast fyri Føroya landsstýri í fleiri ár, og í 2012 gjørdist hon sendikvinna Føroya í ES. Síðan 2012 hava tey búð í Brússel, vegna starv hennara. Carl Jóhan útgav sítt fyrsta yrkingasavn í 1977. Hann hevur útgivið yrkingar, skaldsøgur og eitt ritsavn. Harumframt hevur hann týtt fleiri tekstir til føroyskt.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


Suni úr Hørg
Suni úr Hørg

Suni úr Hørg (føddur 24. desember 1982 í Sumba) er ein føroyskur timburmaður og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari til hann var úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku 28. mars 2014. Hann spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy tey seinastu árini av fótbóltslívsleiðini. Hann var eisini partur av hópinum í 2014, men náddi ikki at spæla nakran dyst tað árið, tí tann 28. mars var hann úti fyri einari sera álvarsligari arbeiðsvanlukku í Havn, har hann arbeiddi sum hondverkari. Hann datt niður ígjøgnum taki á bygninginum, ið hann og aðrir umvældu, hann datt uttan at hava koyrt trygdarlínuna á, ið annars var eitt krav og sum hann plagdi at hava á. Hann skuldi bara líka orðan okkurt smáting. Fallið var sambært Suna á 9,70 metrar og hann datt niður á betonggólv. Hann segði í sjónvarpssendingini Viljin til lívið, ið snúði seg um hann og tveir aðrir ungir føroyingar, at hann hugsaði tá, at hetta var tað, hetta var endin. Hann náddi at taka armarnar fyri andlitið og so misti hann vitið. Suni vaknaði upp aftur í einari sjúkrahússong í Reykjavík, hagar hann varð sendur við flogfari. Hann hevði brotið seg sundur og lá innlagdur longi, men er so við og við komin nøkulunda fyri seg aftur, tó hevur hann mist stóran part av sjónini. Hann klárar seg tó sjálvur, býr fyri seg sjálvan og gongur runt við blindastavi. Hann hevur verið á blindastovni í Danmark, har hann hevur lært at klára seg í gerandisdegnum. Minni enn eitt ár eftir vanlukkuna fór Suni til arbeiðis aftur hjá Búsetri. Hann kom fyrst í arbeiðsroynd, ið fyribils var 20 tímar um vikuna. Og 1. apríl 2016 varð hann settur í fast starv sum timburmaður og sær ljóst uppá framtíðina.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Anker Jørgensen
Anker Jørgensen

Anker Jørgensen var ein danskur sosialdemokratiskur politikari, ið var forsætisráðharri Danmarkar frá 1972 til 1973 og frá 1975 til 1982. Anker Henrik Jørgensen varð føddur 13. juli 1922 í Keypmannahavn. Hann var sonur vognstjóran Johannes Albert Jørgensen og vaskikonu Karen Marie Jørgensen. Pápin doyði tá hann var tvey ára gamal (1924), og mamman, tá hann var fimm ára gamal (1928); bæði foreldrini doyðu av tuberklasjúkuni. Hann vaks upp hjá fastur síni, Karla Marie Sofie Jacobsen (f.1890 – d.1975), ið var tubbaksarbeiðari, og manni hennara, ið var bilførari á Christianshavn. Hann varð settur í Det Kongelige Opfostringshus og gekk í skúla til 7. flokk. Síðan var hann arbeiðsdrongur, boðdrongur og goymslumaður á pappírsgoymsluni hjá FDB í Njalsgade á Islands Brygge, bert avbrotið av hertænastuni. Hann tók preliminerprógv á kvøldskúla í 1949. Anker Jørgensen hevði verið virkin innan fakfelagsvirksemi síðan 1950, tá ið hann gjørdist lokalpolitikari í Keypmannahavn 1961-1964, hann var fólkatingslimur 1964-1994 og formaður fyri Socialdemokraterne 1972-1987. Hann var síðan forsætisráðharri 1972-1973 og 1975-1982 og uttanríkisráðharri eitt stutt skifti í 1978.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


Olaf Johannessen
Olaf Johannessen

Olaf Heine Johannessen (føddur 8. juli 1961 í Tórshavn) er ein føroyskur sjónleikari, sum er útbúgvin á Odense Teater Sjónleikaraskúla í 1986. Hann spælir fyrst og fremst sjónleikir í Danmark, men hevur eisini framført á palli í eitt nú Týsklandi. Harumframt hevur hann eisin spælt við í donskum sjónvarpsrøðum og filmum. Tá hann varð liðugur við útbúgvingina bleiv hann settur í starv á Aarhus Teater, har hann eitt nú spældi høvuðsleiklutin í leikinum Lykke-Peer (1988) og í Hamlet (1992). I 1994 varð hann settur í starv á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðan tá hevur hann starvast sum freelance sjónleikari. Í sjónvarpssamanhangi er hann eitt nú kendur fyri sín leiklut sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í Brotsgerðin III (Forbrydelsen III). Í 2013 varð vann hann eina Robert heiðursløn fyri sín hjáleiklut í Brotsgerðin, hann vann í bólkinum Ársins mannligi hjáleiklutur - sjónvarpsrøð (Årets Mandlige Birolle - tv-serie). Í 2014 vann hann virðislønina Teaterpokalen fyri at spæla leiklutin sum Eichmann í sjónleikinum Samtale før døden eftir Adam Price. Í 2015 og 2016 fekk hann donsku virðislønina Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut, í 2015 var tað fyri leiklutin í sjónleikunum Samtale før døden og Mefisto á Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater og í 2016 var tað fyri høvuðsleiklutin í Mefisto, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater. Olaf Johannessen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen og bróðir sjónleikarinnuna Anniku Johannessen.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Íslendska fótbóltslandsliðið
Íslendska fótbóltslandsliðið

Íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum (íslendskt: Íslenska karlalandsliðið í knattspyrnu) er fótbóltslandsliðið hjá Íslandi, ið verður stýrt av Knattspyrnusamband Íslands (Fótbóltssamband Íslands). Sjálvt um Ísland er ein av smáu tjóðunum í Evropa, so hevur íslendska fótbóltslandsliðið klárað seg væl í 21. øld. Í undankappingini til HM í fótbólti 2014 náddi Ísland at koma til play-off umfarið, har teir taptu móti Kroatia. Ísland kom við til sína fyrstu stóru kapping, EM í fótbólti 2016, eftir eina undankapping har ið Ísland eitt nú vann bæði heima og úti ímóti Niðurlondum. Ísland gjørdist tá minsta landið ið nakrantíð hevur kvalifiserað seg til eina so stóra kapping sum EM í fótbólti. Ísland kom í bólk F saman við Eysturríki, Ungarn og Portugal. Birkir Bjarnason skoraði fyrsta málið hjá Íslandi í hesi fyrstu stóru kappingini, tað hendi í 50. minutti móti Portugal í fyrsta dystinum hjá Íslandi í bólkaspælinum, dysturin endaði við javnleiki 1-1. Ísland spældi eisini javnt 1-1 móti Ungarn og vann seinasta dystin í endaspælinum 2-1 móti Eysturríki. Eftir at liðið kom í knockout umfarið, vann Ísland 2-1 móti Onglandi í ottandapartsfinaluni, og kom víðari til kvartfinaluna. Ísland tapti kvartfinaluna 5-2 móti Fraklandi og kom ikki víðari. Heimafturkomnir varð íslendska landsliðið og venjrarar teirra fagnað av íslendska fólkinum. Viðhaldsfólkini og landsliðið gjørdist kent undir EM fyri teirra sermerkta HUHH herróp, ið tey róptu í kór ferð eftir ferð, meðan tey høvdu pausu imillum, har tey klappaðu einaferð, við ørmunum langt upp um høvd og øll í senn. Venjarar Íslands undir EM 2016 vóru Lars Lagerbäck og Heimir Hallgrímsson.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


Giro d'Italia
Giro d'Italia

Giro d'Italia (á føroyskum Kring Italia) er ein av teimum trimum stóru teinasúkklukappingunum og verður hildin hvørt ár í mai/juni og varir í 3 vikur. Kappingin fer fram í Italia, men partar av kappigini kunnu eisini fara fram í onkrum ørðum landi í Evropa, t.d. byrjaði Giro d'Italia í Niðurlondum í 2016 og í Danmark í 2014. Giro d'Italia varð fyrstu ferð hildið í 1909, har ið tilsamans 8 teinar á 2448 km vóru súkklaðir. Kappingin er saman við Tour de France og Vuelta a España ein av teimum trimum klassisku teinakappingunum, har Tour de France tó er tann mest týðandi. Har tann fremsti súkklarin í Tour de France er kendur fyri at súkkla í gulari troyggju, so súkklar fremsti súkklarin í Giro d´Italia í ljósareyðari troyggju, á italskum nevnd Maglia rosa. Tann fremsti fjallasúkklarin súkklar í grønari troyggju (Maglia Verde), meðan súkklarin við flestum stigum koyrir í lilla (Maglia ciclimano). Í 2007 varð tann hvíta ungdómstroyggjan innførd aftur, eftir at hon hevði verið burturi í nøkur ár, hon nevnist Maglia Bianca. Tríggir súkklarar hava vunnið kappingina fimm ferðir: Alfredo Binda, Fausto Coppi og Eddy Merckx. Italiumaðurin Felice Gimondi hevur staðið á sigurspallinum níggju ferðir, har hann tríggjar ferðir hevur vunnið, tvær ferðir á øðrum plássi og fýra ferðir á triðjaplássi.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Reyni Service
Reyni Service

Reyni Service er ein bilasøla, ið umboðar Toyota og Lexus. Reyni Service varð stovnað í 1947, sum Bilverkstaður og maskinverkstaður. Reyni Service hevur fingið ISO14001 viðurkenning og harafturat eisini umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Virksemið hjá Reyni fyritøkuni byrjaði í 1947 niðri í Rættará. Bygningurin var í trimum hæddum, har hvør hædd var um 60 fermetrar til støddar. Niðasta hæddin var bilverkstaður, mittasta hæddin maskinverkstaður, meðan ovasta hæddin var íbúð hjá Sigird av Reyni við familju, stovnara av fyritøkuni. Sigird, sum var elektrikari, arbeiddi í Danmark undir seinna heimsbardaga. Av tí at hugurin eisini lá til bilar, eydnaðist honum eftir samráðingar við DOMI at fáa umboðið uppá ensku Morris bilarnar í Føroyum. Fyrstu árini var Sigird sjálvur leiðari av øllum virkseminum, men av tí at hann eisini gjørdi EL installatiónir, valdi hann at lata Frits Jensen og Sverra Djurhuus taka sær av verkstaðnum. Sjálvur tók hann sær av bilasøluni og goymsluni. Fyritøkan í Rættará hevði ein serligan fyrimun fram um aðrar við tað, at Frits Jensen, eisini róptur Bugli Jensen, var tann einasti í Føroyum við útbúgving innan buglur og lakkering tá í tíðini. Í 1969 yvirtók Eivind av Reyni verkstaðin í Rættará. Eivind var avlærdur hjá Frits Jensen, sum byrjaði virsemið í Gundadali fyrst í 60'inum, har Statoil støðin er í dag.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Helgi Dam Ziska
Helgi Dam Ziska

Helgi Dam Ziska (føddur 27. juli 1990 í Havn) er besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er einasti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið. Tað gjørdi hann á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia. Helgi byrjaði at telva sum smádrongur. Tá ið táverandi heimsmeistarin í talvi, Garry Kasparov, vitjaði í Føroyum, var Helgi 10 ára gamal og longu sera áhugaður í talvi. Helgi var líka við at súkkla á heimsmeistaran, tá ið Karparov og táverandi føroyski mentamálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, og táverandi formaður í Talvsambandi Føroya gingu yvirum vegin á Niels Finsensgøtu við Viðarlundina í Havn. Helgi vann unglinga FM í talvi í 2004, tá var hann 13 ára gamal. Hann segði í samrøðu við Suna Merkisstein í útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya, at hann minnist, at hann tá hevði sagt við Tórð Mikkelsen hjá Kringvarpinum, at hann setti sær sum mál at gerast altjóða stórmeistari í talvi. Tveir av vinmonnum hansara, ið sótu beint við, hildu hann vera øran í høvdinum at seta sær so høg mál. Í august 2013 vann Helgi sín fyrsta GM norm, tá hann luttók í kapping í Riga í Lettlandi. Tað var fyrsta stigið á leiðini móti stórmeistaraheitinum. Fyri at gerast stórmeistari skuldi hann vinna GM normin tríggjar ferðir, tó telur ein GM-normur, ið verður vunnin á Talv-PL dupult. Ongin annar føroyingur hevur nakrantíð vunnið henda normin fyrr, so Helgi skrivaði søgu í føroysku talvsøguni við at gerast fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur vunnið ein GM norm í talvi. Tá ein dagur var eftir av kappingini í Riga, hevði Helgi fingið 5,5 stig, vunnið trý talv og spælt fimm ferðir javnt. Hetta var nokk til at tryggja honum fyrsta GM normin. Annan normin vann hann á Talv-OL 2016, og taldi hesin dupult og tryggjaði honum stórmeistaraheitið.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2016
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


Victor Danielsen
Victor Danielsen

Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði) var ein føroyskur trúðboðari innan Brøðrasamkomuna og bíbliutíðari. Victor Danielsen gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og fór at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. Victor Danielsen var sera virkin trúboðari, og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði. Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja Testamenti. Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar.


vís - kjak - søga - rætta