Wikipedia:Hvat er ein grein
Appearance
Tað eru nógvar síður í Wikipedia-dátagrunninum, nógv fleiri enn vit í roynd og veru rokna sum greinar. Ein Wikipedia-grein verður allýst sum ein síða við alfrøðiligum innihaldi.
Her undir koma tískil ikki síður sum eru í serstøkum navnarúmum, so sum:
- Wikipedia:-navnarúmið, sum inniheldur síður um hvussu Wikipedia virkar.
- Onki av Kjak:-navnarúmunum, sum innihalda kjak um innihaldið av ymsu síðunum.
- Serstakt:-navnarúmið, sum inniheldur síður forritið ger við serstøkum innihaldi.
- Brúkari:-navnarúmið, ið inniheldur brúkarans egnu síður.
- Mynd:-navnarúmið, sum inniheldur frágreiðingar av myndum sum verða brúktar í Wikipedia.