Valborg Heinesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Valborg Heinesen (fødd 12. november 1986)[1] úr Havn er ein føroyskur langteinarennari og lækni. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton og hevur sett føroysk met. Valborg hevur lisið til lækna í Póllandi frá 2007-2013 og flutti síðan til Danmarkar í oktober 2013, har hon starvast sum lækni á Hvidovre Hospital. Hon hevur fyrr starvast á Bispebjerg Hospital og sum kommunulækni.[2] Venjari hennara er pólski Jacek Kostrzeba.[3]

Lívsleið innan frælsan ítrótt[rætta | rætta wikitekst]

HC Andersen maraton og DM í maraton 2014 í Odense[rætta | rætta wikitekst]

Valborg luttók á DM í maraton, sum var hildið hin 28. september 2014 í Odense á H.C. Andersen martaton. Valborg gjørdist nummar 3 og vann harvið bronsu, hon kom á mál við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Joan Bláfoss. Gott 4000 rennarar luttóku til kappingina. Valborg rann fyri felagið Sparta.[4]

  • Bronsu í DM maraton við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met.

DM 2014[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 5000 metra renning við tíðini 17.30,22 min., sum var nýtt føroyskt met. (Gamla metið átti Bjørk Herup Olsen, tað var í Princeton í apríl 2012 við tíðini 17.37,04.) Kappingin var hildin 3. august 2014.[5]

HM í hálvmaraton 2014 í Keypmannahavn[rætta | rætta wikitekst]

  • 29. mars 2014 setti hon nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.

Danska vetrarkappingin í landavegsrenning 2014[rætta | rætta wikitekst]

  • Nr. 8 í 15 km landavegsrenning við tíðini 58.43 min. sum var nýtt føroyskt met.[6]

Oyggjaleikir 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 10.000 metrar renning við tíðini 38:01.20[7]
  • Gull í hálvmaraton við tíðini 1:25:37

Hálvmaraton í Prag 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Nr. 22 av teimum gott 2.200 kvinnunum og nr. 200 av 8600 rennarum við tíðini 1.24.18, sum var nýtt føroyskt met.[8]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. statletik.dk, Valborg Heinesen -1986 - Sparta AM
  2. linkedin.com - Valborg Heinesen
  3. foroyar.dk - Valborg Heinesen
  4. fif.fo - DM bronsu og føroyskt met til Valborg
  5. fif.fo - Valborg Heinesen DM-silvur og føroyskt met
  6. athletics.fo, Valborg føroyskt met á 15 km
  7. natwestislandgames2013results.com
  8. athletics.fo, Valborg Heinesen føroyskt met á ½ maratonteininum