Vaðhorn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Vaðhorn er eitt fiskavirki á Strondum, ið er undir leiðslu av Jógvan Gregersen. Virkið hevur ídag staði á fótum í 42 ár, og koyrir ídag ógvuliga væl.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Vaðhorn var stovnað tann 29. Apríl í 1973 á Eiði. Í byrjanuni arbeitti Vaðhorn einans við vátsaltaðum brosmufillettum. eftir at Vaðhorn hevði staði væl á fótum í 11 ár, var tíðin langt um leingi komin, til at flyta inn í nýggjari og størri hølir. Vaðhorn fór tí frá Eiði, og flutti yvir til Skála, har teir búleikaðust í nøkur ár. men tíðin gekk, og longu í 1992, 19 ár eftir at virkið var stovnað, flutti Vaðhorn seg frá Skála, yvir til Strendur, har teir eisini búleikast í dag. í 2003 bleiv Vaðhorn viðurkent fyri tað harða arbeiði, ið var gjørt hesi árini, og fekk sostatt prísin, sum ársins virki. Men sum árini ganga, gerast krøvini fleiri frá kundunum, og Vaðhorn fer tí undir at framleiða saltan fisk í 2007, og bleiv hetta eisini ein stór framgongd fyri teir. og av tí sama, so gert virkið alsamt størri, og í 2009 verður tí neyðugt at byggja eina enn og størri framleiðslu høll. ikki nokk við tí, í 2011 fer Vaðhorn yvirum fjørð, og yvir til Toftir, har teir eisini vóru í nøkur ár. men hetta var tó ikki leingi, tí í 2015 fóru teir aftur yvir til bara at framleiða vørur yviri á Strondum, men tó mistu tey, ið arbeittu á Toftum ikki arbeiði, tey vóru flutt yvir til Strendur við.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]