Vígdis Hentze Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Vígdis Hentze Olsen er ein føroyskur dansari, koreografur og sjónleikari. Í 2006 vann hon donsku dansikappingina hjá DR Kan du danse?. Hon hevur nomið sær útbúgving innan dans í Gøteborg og í New York. Hon er virkin á fleiri ymiskum økjum bæði sum dansari, koreografur og undirvísari í fleiri londum, eisini í Føroyum, eitt nú hevur hon gjørt koreografiina til sjónleikin Myrk rúm (2014) sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað leikhandrit til og til musicalina Jesus Christ Superstar (2010).

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005: Starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2005: Árligan stuðul frá Ballet Academy.
  • 2006: Vinnari av donsku sjónvarpskappingini “So You Think You Can Dance?” DR, Danmark.
  • 2007: Stuðul frá Gramex.
  • 2008: Eitt-ára gávugóðs íbúð í New York frá Bikuben grunninum.
  • 2008: Gávugóðs frá Merce Cunningham Studio
  • 2008: Eitt-ára persónligt sponsorat frá Føroya Banka
  • 2009: Stuðul frá Gramex, Danmark.
  • 2009: Starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2010: Árliga starvsløn frá danska sjónleikarafelagnum.
  • 2011: 3-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]