Vár
Appearance


Várið er ein av teimum 4 árstíðunum. Á norðaru hálvkúlu er várið frá várjavndøgum 20.-21. mars til 21.-22. juni. Í Norðurlondum er eisini vanligt at siga, at várið frá 1. mars til 31. mai. Í Føroyum er ikki so stórur munur á hitanum í teimum ymisku árstíðunum, men tað sæst stórur munur á ljósinum, dagarnir gerast longri og bøurin grønkast. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í Tórshavn 3,8 °C í mars, í apríl var hann 5,0 °C og í mai var hann 7,0 °C. Sama tíðarskeið og sama stað var avfallið 132 mm í mars, 88 mm í apríl og 70 mm í mai.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "hagstova.fo, Hagtalsgrunnur, Umhvørvi, Veður". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-26. https://web.archive.org/web/20140526060846/http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/umhvorvi/vedur.
