Unsa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Unsa er heiti á gamlari evropeiskari vekteind umleið 30 gramm, men eins og pundið hevur hon havt skiftandi stødd. Orðið kemur frá latínska uncia, sum merkir tólvtapartur. Ein fronsk once var upprunaliga 1/12 pund, men seinni 1/16 pund.[1]

Unsa er ikki loyvd mátieind í SI. Men enskmælt lond brúka framvegis eindina undir heitinum ounce, stytt oz.[2]

Ein ensk unsa er 1 oz = 1/16 lb = 28,35 g.

Men ein skal ansa eftir, tí troy ounce og apothecaries ounce, sum verða brúktar til ávikavist aðalmetal og heilivág, eru eitt sindur størri eindir:

1 oz tr = 1 oz ap = 31,1 g.

Og so verður heitið eisini brúkt um rúmeind í USA og fyrr eisini í Bretlandi:

1 fl oz = 1/128 gallon (US) = 1/16 pint = 29,57 ml.

1 fl oz = 1/160 gallon (UK) = 1/20 pint = 28,41 ml.

Referansur[rætta | rætta wikitekst]