Ayers Rock

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Uluru)
Jump to navigation Jump to search
Ayers Rock.

Ayers Rock (ella Uluru) er hin best umtókti merkisstaðurin í Avstralia. Hesin veldigi sandsteinskletturin, ið skjýtur seg upp úr slættari, stórari oyðimørk, er 348 m. høgur. Hóast hann stendur nógvar hundrað kilometrar frá bygdum øki, kemur nógv ferðafólk hagar. Hann er samstundis ein hin størsti halgidómurin hjá aboriginunum. Ayers Rock er serliga vakur í skýmingini, tá ið ljósið og litirnir skifta.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið