Tollakur Tórhalsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Tollakur Tórhallsson)
Tollakur Tórhallsson

Tollakur Tórhalssoníslendskum: Þorlákur helgi Þórhallsson), borin í heim á Líðarenda í Íslandi í 1133, andaðist í 1193 hin 23. desember, var ein íslendskur bispur, og eftir hann er Tollaksmessudagur navngivin. Hann var biskupur í Skálholti frá 1174 til deyða sín.[1][2][3][4]

Tollakur var settur í skúla, og longu sum 15 ára gamal varð hann diakonur. Sum 19 ára gamal varð hann prestvígdur, og í tíðarskeiðnum 1153 til 1159 las hann í París í Frankaríki og Lincoln í Onglandi. Í hesari studentatíðini varð Tollakur sterkt ávirkaður av augustinsku kirkjutuktini, sum m.a. umfataði ógiftu fyri kirkjumenn.

Tá ið Tollakur kom heimaftur til Íslands, varð hann settur sum prestur og rektari í kirkjuni í Kirkjubæri, og seinni gjørdist hann abbati í augustinarakleystrinum í Þykkvibæri.

3. februar í 1178 varð Tollakur vígdur til bisps. Stuðlaður av Eyðsteini erkibiskupi í Niðarósa, fór hann beinanvegin í holt við at broyta íslendsku kirkjuna. Hann tok yvir tær privatu kirkjurnar, bannaði prestum at gifta seg og royndi at steðga handlinum við kirkjuligum embætum. Broytingarnar eydnaðust ikki heilt, og Tollakur gjørdist í staðin óvinur við flestu íslendsku høvdingarnar.

Longu stutta tíð eftir at hann var deyður, varð Tollakur mettur sum heilagur, og í 1199 lýsti íslendska altingið hann sum halgimenni. Hann varð ongantíð gjørdur til halgimennis av pávasetrinum, men í 1985 staðfesti Jóhannes Páll II pávi, altingsviðtøkuna og lýsti Tollak sum verndarhalgimenni Íslands. Tollakur er einasta katólska halgimenni, ið er halgaður av einum tingi. Eftir hvat sigst, skulu leivdir av Tollaki liggja í halgiskríninum í Kirkjubømúrinum.[3]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ásdís Egilsdóttir: Sanctus Thorlacus Thorhallson, uib.no
  2. Annika Kunoy: Tollaksmessudagur ella lítli jólaaftan?, in.fo
  3. 3.0 3.1 Tollakur, Tjatsi (Postverk Føroya)
  4. Biskop Pálls saga - I. Skildring af Biskop Páll, coulet.dk