Teldupostur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kurla, sum allar teldupostadressur innihalda.

Teldupostur er postur sendur millum teldur. Á føroyskum verður tað stytt til t-postur, tó verður eisini enska heitið e-mail brúkt á føroyskum. Við telduposti kann ein senda teldubrøv og viðheftar fílur. Fyri at kunna senda og móttaka teldupost er neyðugt at hava teldupostadressu. Felags fyri allar teldupostadressur er, at tær innihalda teknið @. Eitt dømi kann vera domi@domi.fo. Teldupostadressurnar kunnu ikki innihalda føroyskar bókstavar sum t.d. á, í, ó, ú og ð. Fólk brúka ofta sítt navn ella stytting av navninum í teldupostadressuni. Tað finnast nógvir ymiskir veitarar, har ein antin kann keypa sær eina ella fleiri teldupostadressur, og so finnast tað eisini altjóða veitarar, har ein kann fáa sær eina ókeypis teldupostadressu, t.d. Gmail frá Google ella Hotmail frá Microsoft. Tá talan er um ókeypis teldupostadressur slepst ofta ikki undan lýsingum á netinum, sum t.d. kunnu síggjast í høgra bredda ella aðrastaðnis innbakkanum. Ein kann innstallera eina teldupostadressu á teldu síni, men tey flestu ynskja eisini at hava atgongd til sín teldupost frá fleiri ymiskum teldum, tá verður innritað gjøgnum eina ávísa heimasíðu. Hotmail adressur sum tann frá Microsoft ella Google eru ikki knýttar at nakrari ávísari teldu, ein kann rita inn frá hvørjari sum helst teldu, um bert ein minnist til brúkaranavnið, sum er teldupostadressan, og til loyniorðið. Teldupostkassin er ofta býttur upp í fleiri partar. T.d. er innbakkin sum oftast tað fyrsta ein kemur til, har er allur inngangandi teldupostur at finna. Sendur postur er fyri seg, kladdur fyri seg, slettaður postur fyri seg, spammpostur fyri seg osfr. Hetta sæst sum oftast til vinstru ella ovast á teldupostsíðuni.

T-postur í dag[rætta | rætta wikitekst]

Man brúkti t-post áðrenn internetið varð útbygt. Í dag verða t-postar sum oftast sendir via SMTP (Simple Mail Transfer Protokol) í samstarvi við DNS og POP3/IMAP. Ein vanligur t-postur inniheldur hesir teigar:

  • Frá
  • Til
  • Evni
  • Innihald

Harumframt er ein "Send" knøttur, sum brúkarin skal trýsta á við músini, tá teldubrævið er klárt at verða sent til móttakran. Ein kann senda til ein ella fleiri móttakarar. Um talan er um fleiri móttakarar, so verða teldupostadressurnar sum oftast skildar sundur við komma (,) ella semikolon (;). Til ber eisini at víðarisenda eitt teldubræv til ein annan móttakara við at trýsta á "Víðarisend" og síðan útfylla adressu teigin og so trýsta á Send knøttin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið