StÍF
Appearance
(Ávíst frá Stranda Ítróttarfelag)

StÍF er eitt føroyskt ítróttarfelag av Strondum. StÍF er stytting fyri Stranda Ítróttarfelag. Felagið varð stovnað 11. oktober 1942. Felagið er virkið innan hondbólt og kappróður. Fyrr hevur felagið eisini verið virkið innan flogbólt, men tað er dottið niðurfyri. Fyrsta stjórn felagsins var: Carl Andreasen, formaður, Carl Olsen, næstformaður og Hans Jacob Simonsen, kassameistari. Í 1963 heitti felagið á bátsmiðin Niclas í Koltri um at smíða teimum eitt áttamannafar. Báturin fekk navnið Strandingur.[1] Kappróðrarfelagið hevur seinni fingið sítt egna navn, tað nevnist Strálan. Kappróðrarfelagið eigur m.a. 6-mannafarið við sama navni, sum felagið, Strálan.
Nevndin
[rætta | rætta wikitekst]- Andras Danielsen, formaður
- Poli Hansen, næstformaður
- Jógvan Óli á Fríðriksmørk, nevndarlimur
- Jústinus Jústinussen, nevndarlimu,
- Marner Gærdum, nevndarlimur
- Per Mikkelsen, nevndarlimur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "stif.fo, Søgan hjá Stranda Ítróttarfelag". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-09. https://web.archive.org/web/20070609095617/http://www.stif.fo/index.php?option=com_content&task=view&id=17&Itemid=30.