Stella Argus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Stella Argus var føroyskt fiskiskip, kolfýrdur trolari, sum fórst við mann og mús 27. oktober ella 28. oktober 1957.

Henda túrin, skipið fórst, høvdu teir verið á garnaveiðu eftir sild norðanfyri Føroyar. Sunnudag 27. oktober fekk reiðaríið fjarrit frá skiparanum um, at teir vóru farnir at sigla inn við 828 tunnum av sild og væntaðu at vera inni mánakvøld, 28. oktober. Tá skipið ikki var komið sum væntað, var farið at leita, og hóast nógv skip fóru at leita, og flúgvari kom úr Danmark 2. november at leita, sást ongantíð nakað aftur til skipið. 3. november var givist við at leita. Við Stella Argus fórust 22 menn í aldrinum 15 til 53 ár; av teimum vóru 8 úr Kvívík og 5 úr Vestmanna og av Válinum! Eingin veit við vissu hvat hendi, men mett verður, at skipið helst er koppað brádliga og sokkið.

Minnisvarði í Kvívík[rætta | rætta wikitekst]

Minnisvarði er reistur í Kvívík til minnis um teir, ið fórust í hesi vanlukku.

Teir, ið fórust við Stella Argus, vóru:

  • Sjúrður Magnussen, Leynar, 30 ár.
  • Emil Poulsen, Vestmanna, 34 ár
  • Herávlur Nielsen, Vestmanna, 17 ár
  • Hilbert Johannesen, Vestmanna, 30 ár
  • Dánjal Haraldsen, Vestmanna, 26 ár
  • Oskar Jacobsen, á Válinum, 47 ár
  • Páll Olsen, Hósvík, 15 ár
  • Joakim Hansen, Hósvík, 36 ár
  • Jóannnes Rasmussen, Miðvágur, 22 á
  • Óli Jóhannes Johannesen, Dalur, 20 ár
  • Kitti Regin Davidsen, Sandur, 19 ár
  • Sæmund Frits Jensen, Skálavík, 18 ár
  • Símun M. Zachariasen, Tórshavn
  • Torleif Jacobsen, Nólsoy, 20 ár
  • Tórur Andreasen, Kvívík, 15 ár
  • Niels Andreasen, Kvívík, 29 ár
  • Andreas Dam Andreasen, Kvívík, 32 ár
  • Ólavur Andreasen, Kvívík, 21 ár (Hesir 4, við efturnavninum Andreasen, Tórur, Niels, Andreas og Ólavur, vóru brøður)
  • Jákup Pauli Jóannesarson Olsen, Kvívík, 20 ár
  • Egil Jacobsen, Kvívík, 18 ár
  • Jógvan Sofus Vang, Kvívík, 37 ár
  • Emil Forná, Kvívík, 53 ár.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]