Sprellimaður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sprellimaður

Ein sprellimaður er eitt leikaskapilsi (figurur) ið sprellar tá ið togað verður í eitt band, sum er fest í skapilsið. Sprellimenn eru vanliga gjørdir úr træi ella pappi. Nútíðar sprellimenn gjørdust vælumtóktir hjá aðalstættini í Europa í 18'du øld, men líknandi leikur kunnu sporast heilt aftur til griksku og egyptisku fornøldina. Á týskum verður sprellimaður nevndur Hampelmann á eingilskum Jumping Jack og á fronskum Pantin (figurine). Í Danmark gjørdist spellimaðurin ein partur av jólapyntinum uml. 1850, og í Føroyum er sprellimaðurin sum oftast ein jólamaður, sum hevur sítt fasta pláss á vegginum, hvørji jól. [1]

Keiipumynd frá 1818

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. «Hampelmann» á týsku Wikipedia