Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
SDP

Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi (finskt: Suomen Sosialidemokraattinen Puolue; svenskt: Finlands Socialdemokratiska Parti), stytt SDP, er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Finnlandi.

Flokkurin varð settur á stovn í 1899 undir heitinum Finski arbeiðaraflokkurin, tó longu í 1903 fekk finski javnaðarflokkurin núverandi heitið SDP.[1] Finski Javnaðarflokkkurin er í dag ein av teimum trimum stóru flokkunum í finska ríkisdegnum. Hinir stóru flokkarnir eru Sannir Finnar og Savningarflokkurin.

Á tjóðartingsvalinum í apríl mánaði 2019 vann SDP valið tepurt og gjørdist við 40 sessunum størsti flokkur í tjóðartinginum síðan 2003. Í juni mánaði skipaðu fimm flokkar nýggja stjórn í Finnlandi og Antti Rinne gjørdist forsætisráðharrin.[2] Stjórnarkreppa førdi til at stjórnin varð umskipað í desember mánaði og Sanna Marin gjørdist nýggi forsætisráðharrin.

Á tjóðartingsvalinum í apríl mánaði 2023 gjørdist finski javnaðarflokkurin SDP, hóast framgongd nummar trý eftir Sonnu Finnar og Savningarflokkin. SDP fekk 19,9 prosent av atkvøðunum, sum gevur teimum 43 sessir í komandi ríkisdegnum.[3]

Eftir tjóðartingsvalið fyrst í apríl 2023 boðaði Sanna Marin á tíðindafundi frá, at hon ikki væntar at fáa tilboð um ráðfrúusess í eini nýggjari samgongustjórn og at hon eisini fer frá sum forkvinna í finska Javnaðarflokkinum.[4] Hon hevur verið floksforkvinna síðan 2020.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo


Keldur[rætta | rætta wikitekst]