Sorimi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Sorimi er ein stamma inni í jungluni í Papua Ný Guinea, har tað búgva umleið 200 fólk. Hetta eru ikki so nógv fólk, og tað kemst høvudsakliga av, at tey vóru í bardaga við granna stammuna fyri ikki so nógvum árum síðani, og tey taptu bardagan. Hetta førdi við sær, at nógv fólk í stammuni doyði.

Sorimi er ein vanlig junglustamma, ið hevur nógvar av teimum mentanum, ið vit kanska vanliga forbinda við tílíkar simplar stammir. Teir eru veiðumenn, ið ganga úti í jungluni og skaffa sær føði.

Andaliga trúgva teir uppá andar, har øll livandi ting hava hvør sín anda. Tey trúgva eisini, at alt sum hendir hevur ein anda forkláring, so um tú ert farin út at veiða, og einki fart, so er tað tí at onkur hevur ganda teg. Tú mást so finna út av, hvør tað er sum hevur ganda teg. Um onkur verður sjúkur ella doyr, so er tað eisini tí, at onkur annar í stammuni hevur ganda teg.

Teir hava sítt egna mál.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]