Sonni Ragnar Nattestad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Sonni Nattestad
Sonni Ragnar Nattestad 2015.JPG
Persónlig kunning
Fult navnSonni Ragnar Nattestad
Føðingardagur (1994-08-05) 5. august 1994 (aldur 26)
FøðistaðurTórshavn, Føroyar
Hædd1,97 m (6 ft 5 12 in)
PlássVerjuleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Molde FK
Nummar24
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2010MB1(0)
2011–201207 Vestur22(4)
2013–FC Midtjylland5(0)
2014-2015AC Horsens (lán)15(2)
2015-Vejle BK (lán)8(0)
2016FH Hafnarfjordur1(0)
2016Fylkir (lán)8(0)
2016Molde FK4(0)
2018Aalesund (lán)13(1)
2018AC Horsens (lán)4(0)
2019FC Fredericia8(1)
2020B3622(3)
2021–Dundalk0(0)
Landslið
2010-2012U19 Føroyar9(0)
2013-2016U21 Føroyar7(0)
2013-Føroyar32(2)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 24. februar 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 24. februar 2021

Sonni Ragnar Nattestad (føddur 5. august 1994 í Tórshavn) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri írska felagið Dundalk og fyri føroyska landsliðið sum verjuleikari.[1]

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Feløg[rætta | rætta wikitekst]

Sonni Ragnar spældi fyri MB og 07 Vestur fyrstu ungdómsárini, síðan gekk leiðin til Danmarkar, har hann fekk sáttmála við FC Midtjylland í Superliguni frá 2013-15. Hann spældi 4 dystir í Superliguni fyri FC Midtjylland,[2] men hetta tíðarskeiðið var hann tvær ferðir útlántur til onnur donsk feløg, fyrst til AC Horsens, har hann spældi 13 dystir og skoraði tvey mál og síðan til Vejle BK. Í 2016 fekk hann sáttmála við íslendska felagið FH Hafnarfjordur og síðan varð hann læntur út til Fylkir, har hann spældi 8 dystir. Í desember 2016 skrivaði hann undir ein trýára sáttmála við norska felagið Molde FK.[3]

Í 2020 spældi hann við B36, eftir at hann hevði spælt við donsku Superliga feløgunum FC Fredericia í 2019 og AC Horsens í 2018.

Í januar 2021 undirskrivaði hann sáttmála við Dundalk F.C., ið spælir í bestu írsku deildini, League of Ireland Premier Division.[4]

Landsliðsmál[rætta | rætta wikitekst]

Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Málskoring Úrslit Kapping
1 7. oktober 2016 Skonto Stadion, Riga, Lettland  Lettland
1–0
2–0
Undankapping til HM í fótbólti 2018
2. 25. mars 2018 Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania  Liktinstein
3–0
3–0
Vinadystur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]