Hara

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Snjóharan)
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Hara
(Snjóhara)
Snjóhara (Lepus timidus) í Skotlandi
Snjóhara (Lepus timidus) í Skotlandi

Least Concern
Varðveitingarstøða
Ikki hótt
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Lagomorpha
Ætt: Leporidae
Slekt: Lepus
Linnaeus, 1758
Slag: Lepus timidus
Útbreiðsluøki hjá snjóharu.

Harur (Leporidae) eru ein ætt í bólkinum harudjór. Hara er eisini føroyska navnið á eini Leporidae slekt Lepus.

Harur (Lepus)[rætta | rætta wikitekst]

Eyðkenni fyri harur er at tær hava eina lítla tonn aftan fyri fortennirnar í báðum kjálkum, og at bakbeinini eru munandi stórligari enn forbeinini, tað er hetta ið gevur haruni eitt 'hoppandi' gongulag.

Harur ið finnast i Europa eru;

Føroyska haran (Lepus timidus)[rætta | rætta wikitekst]

Snjóhara í Suðuroynni

Haran í Føroyum (Lepus timidus) leggur 3 ferðir um árið. Hon leitar eftir føði, meðan ungarnir krógva seg í holum. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er.

Kanadiska pólharan (Lepus arcticus), sum er í Grønlandi, og Norðurevropeiska snjóharan (Lepus timidus) eru lívfrøðiliga rættiliga líkar. Pólharan og snjóharan eru 46-61 cm langar og viga 3,5-4,2 kg. Í Grønlandi eru tær størri jú longri norðuri, tær halda til. Tær hava stutt, breið oyru við svørtum snippi.

Pólharan er heilt hvít á vetri. Harafturímoti eru tvey litfrábrigdi, tá talan er um snjóharu. Vetrarfeldurin á teimum, ið reika heilt har norðuri, í Miðnoregi og Norðurnoregi, er snjóhvítur, harafturímóti er hann ljósagráur og ber í hvítt syðri í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, og í Suðurnoregi og Suðursvøríki. Hjá báðum sløgunum er summarfeldurin morlittur og gongur yvir í heilt ljósamorreytt.

Hvussu víða reikar haran, og hvar heldur hon til[rætta | rætta wikitekst]

Snjóhara á frímerki

Í Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Í Føroyum er væl til av henni, og hon er slept upp í fleiri oyggjum. Pólharan finst fram við norðurstrondini í Kanada og í Grønlandi fram við strondini, tó ikki í Landssynningsgrønlandi og í Melvillevíkini. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini.

Í Føroyum vóru ongar harur fyrr enn í august 1855, tá vórðu 4 snjóharur sleptar í Kirkjubøreyn. Tær vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar - bláharur. Tær vuksu skjótt í tali og troðkaðu ta hvítu snjóharuna heilt burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin.

Royndir við snjóharu-bláharu vísa, at hvíti vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat; tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharu-ættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharu-ættarbregðið slapp framat.

Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna.

Í Føroyum liggur kavin sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum. Tá ið snjóharan varð flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll framíhjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið var forkomið. Eitt frálíkt skúladømi, tá tað kemur til arvalívfrøðina. Pólharan og snjóharan halda til í skógi, har skógur er, men annars eru tær á lyngheiðum heilt upp at kavanáminum. Tær leggja ímillum grót og klettar.

Haran etur plantur, grøs, stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin.

Hara gongur kviðin í einar 7 vikur. Pólharan og vetrarhvíta snjóharan longst norðuri leggja bara eina ferð um árið, men longur suðuri leggja tær tvær ferðir um árið. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, og 2-3 ungar eru í hvørjari legu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar 3 legurnar koma undan. Í leguni hjá pólharuni í Grønlandi eru 5-7 ungar. Teir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir. Hetta hevur við sær, at ársgamlar harur leggja.

Pólhara og snjóhara verða veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var uml. 5 000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um, hvussu nógv verður skotið árliga. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember.

Frábrigdi[rætta | rætta wikitekst]

Snjóhara (L. t. hibernicus) við summarfeldi í Írlandi
Snjóhara við grómutum vetrarfeldi í Norðuronglandi

Fleiri staðsettir (lokalir) snjóharustovnar breðga frá upprunastovninum, og verður hetta nevnt "frábrigdi"; t.d. í Skotlandi (L. t. scoticus), í Írlandi (L. t. hibernicus) og í Sveis (L. t. varronis). Føroysku harurnar hava longu sýnt broytingar, ið benda á at føroyski stovnurin kann gerast eitt føroyskt frábrigdi í framtíðini, eins og hent er við føroysku mýsnum og fleiri føroyskum fuglastovnum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið