Óluva Klettskarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Óluva Klettskarð
er eitt menniskja
Fødd(ur) 24. jun 1965 í/á Klaksvík
Alma mater Fróðskaparsetur Føroya, Aarhus Universitet
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Børn Páll Klettskarð
Dátuheiti

Óluva Klettskarð (fødd 24. juni 1965 í Klaksvík) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi).

Útbúgving og størv[rætta | rætta wikitekst]

Hon er útbúgvin cand.mag. í søgu og føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya í ávikavist 1991 og 1996. Harumframt hevur hon lisið søgu sum høvuðsfak á Aarhus Universiteti í 2000. Hon starvaðist á Studenta og HF skúlin á Kambsdali skúlaárið 1996/1997. Síðan 1997 hevur hon verið undirvísari (adjunkt) í søgu og føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum í Tórshavn.[1] Hon var forkvinna fyri skúlastýrið á Skúlanum við Ósánna í Klaksvík 2001–2008 og nevndarforkvinna í SP/f Leikalund 2004–2007.

Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Óluva Klettskarð hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 2009. Hon hevur møtt nakrar ferðir í stutt tíðarskeið á Føroya Løgtingi sum varalimur síðan 2008. Hon varð útnevnd til landsstýriskvinnu í mentamálum í seinnu stjórnini hjá Jóannesi Eidesgaards hin 30. august 2008, men noyddist at fara frá longu 15. september, tá Tjóðveldi tók seg úr samgonguni. Hon er aðalstjórnarforkvinna í starvsnevndini hjá Tjóðveldi.[2]

Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki vald, en tá ið Tjóðveldi kom í landsstýrið, tók hon sæti í Løgtinginum fyri systkinabarnið Sirið Stenberg, i gjørdist landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Faðir Óluvu er ættaður av Skarði á Kunoynni, móðir hennara er úr Suðuroy. Foreldrini, Edith og Páll Klettskarð, settu á stovn teirra egna virkið, ið framleiddi handskar, seinni gjørdist pápin virkin sum reiðari. Tey eru búsitandi í Haraldsundi. Óluva er gift Andrasi Sólstein, tey búgva í Klaksvík og eiga tveir synir: Páll Andrasson Klettskarð (f. 1990), sum er kendur sum landsliðsleikari í fótbólti, og Ári Andrasson Klettskarð (f. 2001).[3] Óluva er systkinabarn Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Løgtingið 150 – Hátíðarrit Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine, 2. bind (2002), s. 166.
  2. "Tjodveldi.fo, Starvsnevnd". http://www.tjodveldi.fo/flokkurin/starvsnevnd.aspx. Heintað 2014-06-02. 
  3. Tjodveldi.fo, Vælkomin. Um meg sjálva