Óli Jógvansson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Óli Jógvansson úr Havn er ein føroyskur tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Saman við Bárði Háberg eigur og rekur hann tónleikafyritøkuna Baroli Music, sum framleiðir tónleik til poppsangarar frá ymiskum londum kring heimin. Teir stovnaðu fyritøkuna í 2006, og higartil (2012) eru fleiri av løgum teirra komin á hittlistarnar í eitt nú Japan, Korea, Teivan, Hollandi og USA. Teir hava eitt nú gjørt løg til sangir, sum disneysjónleikakvinnan Stefanie Scott syngur. Stefanie Scott er m.a. kend frá sjónvarpsrøðini A.N.T. Farm á Disney Channel. Sangurin eitur FYI og kom út á iTunes hin 18. september 2012.[1] Teir hava eisini skrivað lag til niðurlendsku Iris Kroes, sum vann hollendsku sjónvarpssangkappingina The Voice of Holland í januar 2012, japonsku Koda Kumi, Suðurkoreanska gentupoppbólkin ChoColat og brasilsku Wanessu.

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Nakrir av sangunum og løgunum, ið Óli Jógvansson hevur skrivað ella verið við til at skriva og/ella komponera:

  • 2017: " Laura's Theme "vann í bólkinum fyri instrumentalan tónleik í "UK Songwriting Contest 2017"
  • 2015: "Forever Gone" vann í bólkinum fyri instrumentalan tónleik í "The UK Songwriting Contest 2015" (tónaskald)[2]
  • 2015: It frá útgávuni "Genic" eftir Namie Amuro
  • 2015: Komponeraði Forever Gone, eitt staklag framført av guitarleikaranum Ólavi Jakobsen
  • 2014: Voyage vann bólkin fyri instrumentalan tónleik á Songoftheyear.com [3](tónaskald)
  • 2014: I Don't Wanna Let You Go staklag sungið av songkvinnuni Stefanie Scott
  • 2013: Eyðkennislag til Disney Channel-røðina Liv and Maddie (samskrivað/framleitt).[4] Ein heil útgáva av sanginum við heitinum "Better in Stereo" varð eisini útgivin. Tónleikavideolagið var útgivið á VEVO YouTube kanalina hjá Disney ( 69 milliónir sýningar í februar 2018) og spælt á Disney Channel í umleið 3 mánaðir. Sangurin bleiv nummar 4 á US "Soundtrack" iTunes hittlistanum og var nummar 1 á "Kid Digital" Billboard hittlistanum í 3 fylgjandi vikur (sangurin lá samanlagt 23 vikur á tí hittlistanum pr. 1. apríl 2014).
  • 2013: Future Sounds like us frá útgávuni Shake It Up: I Love Dance, skrivaður saman við Bárður Háberg, Michelle Lewis og Heidi Rojas. Framført av Dove Cameron.[5]
  • 2012: A New Low - Iris Kroes, ið var vinnari av The Voice of Holland í 2012
  • 2012: FYI staklag til songkvinnuna Stefanie Scott
  • 2012: Can't Break What's Broken frá útgávuni Loving This Day, sungið av Jessica Clemmons[6]
  • 2011: Girl I Used To Know staklag til songkvinnuna Stefanie Scott
  • 2011: High - samhøvundur. Á Brazil Top 10 album DNA við brasilsku songkvinnuni Wanessa, útgivið í juli 2011 av Sony Music Entertainment.
  • 2011: Voglio Star Con Te staklag til italska dreingjabólkin Studio 3
  • 2011: Let's Fly Away - No Me Without You - Nothing I Won't Do til kinesiska sangaran Ruhan á útgávuni Time To Grow

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2017 - Vann "The UK Songwriting Contest 2017" í instrumentala bólkinum fyri lagið "Laura's Theme" (tónaskald)
  • 2015 - Vann "The UK Songwriting Contest 2015" í instrumentala bólkinum fyri lagið "Forever Gone" (tónaskald)[2]
  • 2014 - Vann Faroese Music Awards í bólkinum Ársins framleiðarar saman við Bárði Háberg
  • 2014 - Lagið Voyage vann instrumentala bólkin í Songoftheyear.com [7](tónaskald)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]