Tailendskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Útbreiðsla.

Tailendskt[1] ella tai[2] er móðurmál hjá um 20 mió. fólkum. Tailendskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Tailandi. Tað hoyrir til taikadai-málættina. Tailendskt verður eisini nevndur siamesiskt. Tailendskt er í ætt við fleiri onnur ásiatisk mál, m.a. við laoskt. Tailendskt er 7. størsta mál í Føroyum.[3]


Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?l=fo&MenuitemId=53&Id=53&s22=T. Heintað 2018-01-11. 
  2. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?l=fo&MenuitemId=97&Id=97&s131=T. Heintað 2017-04-29. 
  3. http://www.hagstova.fo/sites/default/files/pdf/oll-telja-vid.pdf