Sølvi Vatnhamar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sølvi Vatnhamar
Persónlig kunning
Føðingardagur (1986-05-05) 5. mai 1986 (aldur 37)
FøðistaðurFøroyar
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Víkingur
Nummar10
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2003–2007LÍF76(22)
2008-Víkingur352(114)
Landslið
2007-08Føroyar U213(0)
2013-Føroyar60(2)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 26. september 2022.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 26. september 2022

Sølvi Vatnhamar (føddur 5. mai 1986[1] í Føroyum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni spælir fyri Víking og Føroyar.[2] Hann er útbúgvin og starvast sum byggifrøðingur.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Sølvi vaks upp í fótbóltsfelagnum LÍF úr Leirvík. Tá ið LÍF og GÍ løgdu saman í 2008 til Víking, fór hann at spæla fyri Víking og hevur spælt har síðan. Hann búði niðri í Danmark í nøkur ár, meðan hann las og spældi ikki á høgum støði tá.

Altjóða fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

Hin 13. juni 2015 leikti hann sín 5. landsdyst á føroyska A-landsliðnum, sum var ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Í dystinum legði Sølvi upp til bæði málini, ið Hallur Hansson og Brandur Olsen skoraðu, við avleveringum úr høgru síðu innfyri.[3]

Altjóða mál
Mál og úrslit hjá Føroyum vísast fyrst.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1 28. mars 2016 Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania  Liktinstein
3–0
3–2
Vinadystur
2 15. november 2021 Netanya Stadium, Netanya, Israel  Ísrael 1–2 2–3 HM 2022 undankapping

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2016 - Ársins leikari í føroyskum mansfótbólti.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. faroesoccer.com
  2. "fsf.fo". http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=151. Heintað 2015-06-16. 
  3. kvf.fo, Landsliðshetja og byggifrøðingur.
  4. Petersen, Niels (28 October 2016). "Sølvi Vatnhamar og Rannvá Andreasen blivu ársins leikarar" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/solvi+vatnhamar+og+rannva+andreasen+blivu+arsins+leikarar.html. Heintað 28 October 2016.