Stjørnufrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Stjørnufrøði er grein innan náttúruvísindini, sum snýr seg um rúmdarlutir so sum fastastjørnur, gongustjørnur, halastjørnur, stjørnubreytir og stjørnuskipanir. Hon snýr seg eisini um fyribrigdi uttan fyri jarðarinnar atmosferu (til dømis kosmisku bakgrundsstrálingina). Hon fæst við evolutión, alisfrøði (fýsikk), meteoronomi og hvussu himinknattar ella rúmdarlutir ferðast, og við hvussu alheimurin bleiv til og hvønn veg hann mennist.

Stjørnufrøðin er ein av elstu vísindagreinum. Í forðum eygleiddu stjørnufrøðingar náttarhimmalin og royndu at gera ymsar skipanir, og sera gomul astronomisk tól eru funnin ymsastaðni, men tað var ikki fyrr enn stjørnukikarin varð uppfunnin, at astronomiin bleiv ein røtt vísind. Allar hesar lærur og hesi fyribrigdi hava verið partur av astronomi: astrometri, himnanavigatión, eygleiðandi astronomi, stjørnuspá og hvussu kalendarir vórðu gjørdir. Í dag verður stjørnufrøði mett vera tað sama sum astrofýsikk. Í 20. øld fór stjørnufrøðin sundur í eygleiðandi og ástøðiliga stjørnufrøð. Eygleiðandi stjørnufrøði fæst við at fáa upplýsingar til vega og granska tær á grundleggjandi alisfrøðiligan hátt. Ástøðilig stjørnufrøði mennir telduskipanir og analýtiskar skipanir, sum skulu frágreiða stjørnufrøðilig lutir og fyribrigdi. Hesar báðar greinirnar hanga saman, av tí at ástøðiliga stjørnufrøðin roynir at greiða frá tí, sum eygleiðandi stjørnufrøðin sær, og eygleiðingarnar styrkja ástøðina. Amatørstjørnufrøðingar eru ofta líka góðir sum rættir stjørnufrøðingar, serliga tá umræður at eygleiða stokkut fyribrigdir á himmalinum

Millumtjóða orðið astronomi merkir ”stjørnulóg” ella “stjørnumentan” og ikki ”stjørnufrøði”. Í roynd og veru hevði føroyska orðið stjørnufrøði riggað betur til millumtjóða orðið “astrologi”. Í dag eitur astrologi tó stjørnuspá. Orðið er grikskt og stavast αστρονομία (astronomia, av astron, sum merkir “stjørna”, og nomos, sum merkir lóg ella mentan).

Undir teirri eygleiðandi stjørnufrøðini eru fleiri aðrar lærur, til dømis radiostjørnufrøði, sum granskar stráling við longri bylgjulongd enn ein millimetur, infrareyð stjørnufrøði, sum finnur og granskar infrareyðar strálur (longri bylgjulongdir enn reytt ljós), ljósstjørnufrøði, ultraviolett stjørnufrøði, røntgustjørnufrøði og gammastrálustjørnufrøði

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið