Saddukearar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Saddukearnir (hebraiskt: צדוקים; Tzedukim) var ein jødiskur bólkur ið vóru mótstøðumenn av Farisearunum (nútíðar rabbinsku jødarnir). Hesin bólkur hvarv eftir at templið (Heródesar tempul) í Jerúsalem varð lagt í oyði, í ár 70 e.Kr.

Hebraiska navnið 'Tsdoki' bendir á at teir fylgdu læruni hjá Høvuðsprestinum Tsádok, í føroysku bíbliuni stavað Zádok, ið krýndi Sálomon til kong í byrjanini av fyrra tempultíðarskeiðnum.

Í Ápostlasøguni fáa vit at vita, at Saddukearnir trúgu hvørki uppá uppreisn (lív eftir deyða) , einglar ella anda. Ápostl. 23:8: Tí at Saddukeararnir siga, at eingin uppreisn er til, og heldur ikki eingil ella andi. Men Fariseararnir halda tey bæði.