Rúni Nolsøe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rúni Nolsøe (f. 21. mai 1971 í Vági) er fyrrverandi føroyskur fótbóltsspælari, landsliðsleikari. Síðan Rúni gavst at spæla fótbólt á høgum støði hevur hann verið venjari. Í november 2012 gjørdist hann venjari hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi, áðrenn tað var hann eitt skifti hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Rúni spældi fótbólt við VB frá barnaárum og til 1992, síðan spældi hann við HB til 2005.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Metspælari hjá HB[rætta | rætta wikitekst]

Rúni er metspælari hjá Havnar Bóltfelag, hann hevur spælt 344 dystir og skorað 56 mál fyri besta mansliðið hjá HB. Rúni spældi við HB 1993-2005. Rúni var liðskipari á besta liðnum hjá HB frá 1998.

A-landsdystir fyri Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Nolsøe hevur spælt 3 A-landsdystir fyri Føroyar (1993-97).[1]

Ársins leikari, ársins miðvallaleikari og ársins lið[rætta | rætta wikitekst]

Í 2000 varð Rúni Nolsøe kosin Ársins leikari og ársins miðvallaleikari. Í 2003 varð Rúni ein av leikarunum sum var á holdinum "Árisins lið" hjá Dimmalætting.[1]

Venjari[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Nolsøe gavst at spæla fótbólt á høgum støði í 2005. Síðan tá hevur hann verið venjari. Rúni hevur fleiri góð úrslit sum venjari, í 2006 var hann venjari hjá AB, og tað árið flutti AB upp í bestu deildina, tað var fyrstu ferð nakrantíð at AB flutti upp í bestu deildina. Árið eftir, í 2007, var Rúni venjari hjá B68, og aftur hesuferð eydnaðist tað honum og liðnum at flyta upp í bestu deildina.[2] Rúni var høvuðsvenjari hjá HB í 2008, talan var um tvey ára sáttmála, men eftir einum ári slitnaði samstarvið. Í 2009 var Rúni venjari hjá næstbesta liðnum og ungdómsliðnum hjá 07 Vestur.[2]. Rúni Nolsøe fekk B1 vejaraútbúgving í 2006. UEFA A-lisens frá FSF 2009. Tann 20. november 2012 varð hann kunngjørdur venjari hjá EB/Streymi, hann skrivaði ein 2 ára sáttmála við liðið[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. ”Ársins leikari o.a.” b68.fo
  2. ”Rúni Nolsøe aftur á slóðina”. hb.fo (24. oktober 2007)
  3. “Rúni Nolsøe skal venja EB/Streym”[deyð leinkja]. eb-streymur.fo (20. november 2012).

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]