Páll á Reynatúgvu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Páll á Reynatúgvu
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jul 1967 í/á Tórshavn
Starv fótbóltsleikari, politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
Commons Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu (føddur 26. juli 1967 í Tórshavn) er fysioterapeutur og politikari fyri Tjóðveldisflokkin.

Páll a Reynatúgvu varð útbúgvin sum fysioterapeutur í 1993 og sum diplomfysioterapeutur í 1997. Hann starvast sum fysioterapeutur. Hann var nevndarlimur í felagnum Føroyskir Fysioterapeutar 1993-1997. Hann hevur spælt fótbólt við B71. Í 1993 spældi hann 5 landsdystir fyri Føroyar.[1]

Hann hevur sitið sum løgtingslimur síðani 1998 fyri Tjóðveldisflokkin, burtursæð frá tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í almannamálum frá 6. juni 2002 til 5. desember 2003. Hann var borgarstjóri í Sands kommunu 2001-2009, tó var hann í farloyvi tíðarskeiðið sum landsstýrismaður.

Eftir løgtingsvalið 2015 varð hann valdur til løgtingsformann.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Faroesoccer.com, Páll á Reynatúgvu