Philipp Kirkorov

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Philipp Kirkorov

Philipp Bedrosovich Kirkorov (f. 30. apríl 1967) er ein bulgarskur/russiskur sangari, sangskrivari og framleiðari. Hann er føddur í Varna, Bulgaria, men býr í Moskva í Russlandi og er av bulgarskum, russiskum og armenskum uppruna. Hann er ein av størstu popp-stjørnunum í Russlandi.

Eurovision Song Contest luttøka sum sangari og sangskrivari[rætta | rætta wikitekst]

Hann umboðaði Russland á Eurovision Song Contest í 1995, og endaði á einum 17. plássi við sanginum Kolybelnaya dlya vulkana, sum hann sjálvur hevði skrivað. Í 2007 skrivaði hann sangin Work Your Magic fyri Hvítarussland, sum Dima Koldun sang. Hesaferð gekk tað betri, Hvítarussland megnaði á fyrsta sinni at kvalifesera seg til finaluna og sangurin endaði á einum 6. plássi av 24 luttakandi londum. Í 2008 skrivaði hann sangin Shady Lady fyri Ukraina til songkvinnuna Ani Lorak, sangurin endaði á 2. plássi. Í 2010 skrivaði hann sangin White Nights til Dima Bilan. Meiningin var, at sangurin skuldi luttaka í lokalu russisku finaluni, men av óvissum orsøkum bleiv sangurin tikin aftur.

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Album[rætta | rætta wikitekst]

Studio album
  • 1990: Philipp
  • 1990: Sinbat-Morehod
  • 1991: Nebo I Zemlya
  • 1991: Ti, Ti, Ti
  • 1992: Takoi Sakoi
  • 1994: Ya Ne Raphael
  • 1995: Primadonna
  • 1995: Ckazi Solncu - "Da"
  • 1998: Edinstvenaya
  • 1998: Oi, Mama Shika Dam
  • 2000: Chelofilia
  • 2001: Magico Amor
  • 2002: Vlubloniy I Bezumno Odinokiy
  • 2003: Neznakomka
  • 2007: For You
  • 2011: Drugoy - 2 útgáva
Live
Kompilasjión

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið