Olaf Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Olaf Olsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 17. apr 1935 í/á Søldarfjørður
Alma mater Technical University of Denmark
Starv engineer, vinnulívsfólk, skipari, politikari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Olaf Olsen (f. 17. apríl 1935 í Søldarfirði) er fyrrverandi vinnulívsmaður og politikari fyri Fólkaflokkin.

Olaf Olsen er útbúgvin stýrimaður 1959 og skipsførari 1965 við prógvi frá Danmarks Tekniske Højskole 1967. Hann starvaðist sum skipari i 1959-71, sum stjóri fyri P/F Vónini 1971-81 og 1983-89, og sum stjóri fyri P/F Beta 1977-81, 1983-89 og 1994-2004.

Olaf Olsen var løgtingslimur tíðarskeiðið 1980-1994 og landsstýrismaður 1981-1983 í fiskivinnu- og handilsmálum og í 1989-1991 í ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálum. Hann var nevndarlimur í Fiskivinnuráðnum 1979-80, nevndarformaður fyri Fiskamarknaði Føroya frá 1993.Hann var varða løgmaður hjá Jógvan Sundstein 1989 - 91, og var hann í nevndini fyri Føroya Banka 1979-89 og 1991-93.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]