Norðradalur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norðradalur
Nordredal (danskt)
Bygd
Norðradalur
Norðradalur
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Íbúgvar 15 (2015)[1]
Postnummur FO-178
Markatal -

Norðradalur er ein bygd í Streymoy. Norðradalur hoyrir til Tórshavnar kommunu. Í dag búgva 15 fólk í Norðradali (2011) og húsini, sum fólk búgva í, eru seks í tali. Barnaskúlin í bygdini varð niðurlagdur fyri umleið 10 árum síðani, og ganga børnini tískil í skúla í Havn. Fyrr var Norðradalur ein av bygdunum í Tórshavnar uttanbíggja kommunu, saman við Hoyvík, Hvítanesi, Syðradali og Argjum. Í dag verður barnaskúlin í bygdini nýttur sum bygdar- og samkomuhús, har guðstænasta verður hildin einar fýra ferðir um árið. Samkomuhúsið verður eisini nýtt til ymiskt annað, eitt nú til brúdleyp, føðingardagar o.t.

Norðradalur er gomul landbúnaðarbygd, har dentur varð lagdur á neytahald, seyðahald og flogfenaða. Í dag er eitt fjós í Norðradali við 50 neytum, harav eru 30 mjólkineyt, og eini 15 slaktineyt. Tveir seyðabøndur eru eisini í bygdini. Samanlagt hava teir umleið 600 seyðir. Hesir hava eisini nøkur slaktineyt. Í bygdini er eisini ein smoltstøð. Har arbeiða eini fimm til seks fólk og nakað meira, tá serliga nógv er at gera. Lendingarviðurskiftini í bygdini eru ikki av teimum bestu, og tí hevur Norðradalur ongantíð verið nøkur útróðrarbygd, men kortini eru tveir opnir bátar heimahoyrandi í bygdini.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið