Mentamálaráðharrar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Niðanfyri sæst listi yvir Landsstýrisfólk í mentamálum í Føroyum.

Landsstýrismaðurin ella -kvinnan í mentamálum umsitur tey mál, sum hoyra undir Mentamálaráðið. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini mentanarstovnarnar Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya.[1] Niðanfyri sæst yvirlit yvir mentamálaráðharrar í Føroyum síðan 1963. Sum tað sæst niðanfyri, hevur Mentamálaráðið ikki altíð verið nevnt við tí navninum, fyrr var vanligt at tað hevði eitt nógv longri navn. Síðan 2002 hevur ráðið itið Mentamálaráðið. Tá ið mentamálaráðharrin er kvinna verður hon antin nevnd mentamálaráðharri ella landsstýriskvinnan í mentamálum. Tá tað er ein maður, ið er mentamálaráðharri verður hann antin nevndur mentamálaráðharri ella landsstýrismaðurin í mentamálum

Tíðarskeið Navn Flokkur Málsøki
19631967 Niels Winther Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráð
19671972 Sámal Petersen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráð
19721975 Asbjørn Joensen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráð
19751979 Dánjal Pauli Danielsen Fólkaflokkurin Vinnu-, landbúnaðar- og mentamálaráð
19811985 Tórbjørn Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Fíggjar-, kommunu- og mentamálaráð
19851989 Lasse Klein Sjálvstýrisflokkurin Menta-, samskiftis- og samferðslumálaráð
1989 Karl Heri Joensen Sjálvstýrisflokkurin Menta- og samferðslumálaráð
19891991 Signar Hansen Tjóðveldisflokkurin Skúla-, menta- og umhvørvismálaráðið
19911993 Marita Petersen Javnaðarflokkurin Menta-, skúla- og innlendismálaráðið
1993 Jóannes Eidesgaard Javnaðarflokkurin Almanna-, heilsu-, arbeiðs- og mentamálaráðið
19931994 Bergur Jacobsen Sjálvstýrisflokkurin Menta- og skúlamálaráðið
19941997 Sámal Petur í Grund Sjálvstýrisflokkurin Samskiftis- og mentanarmál, ferðavinna og sjóvinna
19982000 Signar á Brúnni Tjóðveldisflokkurin Undirvísingar- og Mentamál
20002001 Tórbjørn Jacobsen Tjóðveldisflokkurin Undirvísingar- og Mentamál
20012002 Óli Holm Tjóðveldisflokkurin Undirvísingar- og Mentamál
20022003 Annlis Bjarkhamar Tjóðveldisflokkurin Mentamál
2003 Annita á Fríðriksmørk Tjóðveldisflokkurin Mentamál
20042008 Jógvan á Lakjuni Fólkaflokkurin Mentamál
2008 Kristina Háfoss Tjóðveldi Mentamál
2008 Óluva Klettskarð Tjóðveldi Mentamál
20082011 Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Mentamál
2011–2015 Bjørn Kalsø Sambandsflokkurin Mentamál
2015 Rigmor Dam Javnaðarflokkurin Mentamál

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "MMR.fo, Mentan". http://mmr.fo/Default.asp?sida=389. Heintað 2011-10-22. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]