Lisbeth L. Petersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lisbeth L. Petersen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. feb 1939 í/á Tórshavn
Starv politikari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 43664080
LCAuth n2002099762

Lisbeth Beate Lindenskov Petersen (28. februar 1939 í Havn) er fyrrverandi føroyskur politikkari fyri Sambandsflokkin. Hon hevur verið borgarstjóri, løgtingslimur, fólkatingslimur og formaður fyri Sambandsflokkin. Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1995.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Yrkisleið og bakgrund[rætta | rætta wikitekst]

Hon er dóttir Georg L. Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting og harvið eisini abbadóttir Andrass Samuelsen, bróðurdóttir Trygva Samuelsen, og systir Beatu L. Samuelsen. Hon giftist Jákup Petersen í 1960, hann doyði í 2001.

Hon tók realeksamiu í Havn í 1955, og examen artium á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Lisbeth arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum m.a. á advokatskrivstovu í Havn 19601970, og var projektskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon flokksskrivari Sambandsflokksins 19821987, og størsti einstakur partaeigari í Dimmalætting til 2010. Lisbeth var aktiv í kvinnupolitiskum arbeiði, hon var næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86.[1]

Politiskt arbeiði[rætta | rætta wikitekst]

Lisbeth L. Petersen stillaði upp til val fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin, og hon fekk í boðið borgarstjórasessin. Hon valdi tó heldur at gerast varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd. Hon fekk gott samband við borgararnar í Tórshavnar kommunu í hesum sessum. Eftir einum ávísum trýsti segði hon ja takk til at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í 1992. Sambandsflokkurin setti met við atkvøðum til býráðsvalið í 1996, men fekk ikki nakran sentralan leiklut komandi valskeiðið, og Lisbeth varð tá ikki afturvald til borgarstjóra. Hon helt fram sum býráðslimur til ár 2000.

Lisbeth L. Petersen varð vald inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoyar valdømi 19902008. Eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum í 1994 fekk hon ein sentralan leiklut í ríkispolitikkinum. Hon var flokksformaður og formaður fyri tingbólkin í tíðarskeiðnum 20012004. Lisbeth var vald inn á danska Fólkatingið í 2001 - 2005 sum eitt av umboðum Føroya, hon varð vald fyri Sambandsflokkin. Á Fólkatingið gjørdist hon partur av fólkatingsbólkinum hjá Venstre.

Harumframt hevur Lisbeth verið formaður í Útnorðurráðnum.

Lisbeth L. Petersen kunngjørdi í 2007 at hon tók seg úr aktivum politikki og stillaði ikki uppaftur til Løgtingsvalið 2008.

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2004-2008 limur í Fíggjarnevndini
  • 2004-2008 limur í Trivnaðarnevndini
  • 2002-2004 limur í Fíggjarnevndini
  • 1998-2002 limur í Fíggjarnevndini
  • 1990-1994 limur í Rættarnevndini
  • 1990-1994 limur í Sosial- og heilsunevndini
  • 1990-1994 limur í Samferðslunevndini

Álitisstørv í politikki[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Logting.elektron.fo, Lisbeth Beate Lindenskov Petersen

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]