Jógvan Arge

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jógvan Arge
er eitt menniskja
Fødd(ur) 17. jun 1947 í/á Tórshavn
Alma mater Journalisthøjskolen
Starv journalistur, politikari, høvundur, sangskrivari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Foreldur faðir Niels Juel Arge
Dátuheiti
ISNI 0000000383913210
VIAF 272873221
LCAuth n96118762

Jógvan Arge (føddur 17. juni 1947 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur, politikari og tíðindamaður (journalistur). Nógv kenna eisini rødd hansara frá leikluti hansara sum frásøgumaður til ítróttarkappingar, sum kappróður og fótbóltsdystir. Hann arbeiddi nógv ár í Útvarpi Føroya. Jógvan Arge er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, hann umboðar Tjóðveldi. Jógvan er pápi Una Arge, sum eisini er rithøvundur. Uni er harumframt eisini sangari og sangskrivari.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1980 - 16 tættir
  • 1983 - Bankabókin, Sjóvinnubankin 50 ár (saman við Niels Juel Arge)
  • 1985 - Gott, skjótt og bíligt, P/F Leif Mohr 50 ár
  • 1986 - Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár
  • 1988 - Frá snørisfiski til alilaks, Føroya Fiskasøla 1948-1988
  • 1993 - Semjur og stríð, Føroya Arbeiðsgevarafelag 50 ár
  • 1994 - Havnarmenn í Gundadali, Havnar Bóltfelag 1904-1954
  • 1995 - Neyðugt er at sigla, Føroya Skipara & Navigatørfelag 100 ár
  • 1996 - Ljós yvir landið, SEV 50 ár
  • 1996 - Teir tóku land 1 (N.J.Arge)
  • 1997 - Teir tóku land 2 (Jógvan Arge)
  • 1998 - Teir tóku land 3 "
  • 1999 - Teir tóku land 4 "
  • 2000 - Teir tóku land 5 "
  • 2001 - Teir tóku land 6 (Føroyingar í Grønlandi) "
  • 2002 - Teir tóku land 7 (Føroyingar í Grønlandi) "
  • 2003 - Teir tóku land 8 (Føroyingar í Grønlandi) "
  • 2004 - Jørundur - Hundadagakongur í Íslandi og hundadagamenn í Føroyum
  • 2005 - Flaggsøgan Merkið - red 3. útgávu eftir N.J.Arge 1980
  • 2010 - Føroyar í flogsøguni - N.J.Arge og Jógvan Arge
  • 2015 - Havnarmaður og gøtuskuri - Mín krýnika 1
  • 2016 - Havnarmaður og gøtuskuri . Mín krýnika 2
  • 2017 - Journalistur og útvarpsmaður - Mín krýnika 3

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]