Heilsumálaráðharrar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heilsumálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í heilsumálum (tá ein kvinna situr í sessinum verður heitið landsstýriskvinna brúkt) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya Landsstýri síðan 1968. Heilsumál hava ofta ligið í sama ráði sum almannamál, men í 2008 bleiv tað eitt ráð fyri seg. Líka síðan hesin landsstýrisposturin varð til, hevur hann oftast verið mannaður av vinstrasinnaðum ráðharrum. Hesin ráðharrasessurin var frá 1980-árunum til 2004 merktur av at ráðharrin var skiftur út áðrenn valskeiðið var úti. Almanna- og heilsumálaráðið varð býtt sundur í tvey ráð í 2008.

Tíðarskeið Navn Flokkur Ráð
1968–1970 Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Heilsu-, almanna- og ídnaðarmálaráðið
1975–1979 Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Heilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1]
1979–1981 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin Heilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið
1981–1985 Páll Vang Fólkaflokkurin Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið
1985–1989 Jógvan Durhuus Tjóðveldisflokkurin Landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðið[2]
1989 Tordur Niclasen Kristiligi Fólkaflokkurin Almanna- og heilsumálaráðið
1989–1991 Olaf Olsen Fólkaflokkurin Ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálaráðið
1991–1994 Jóannes Eidesgaard Javnaðarflokkurin Almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálaráðið[3]
1994–1996 Andrias Petersen Javnaðarflokkurin Almanna- og heilsumálaráðið
1996 Axel H. Nolsøe Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1996–1998 Kristian Magnussen Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1998 Óli Jacobsen Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1998–2001 Helena Dam á Neystabø Sjálvstýrisflokkurin Almanna- og heilsumálaráðið
2001–2002 Sámal Petur í Grund Sjálvstýrisflokkurin Almanna- og heilsumálaráðið
2002–2004 Bill Justinussen Miðflokkurin Familju- og Heilsumálaráðið
2004–2009 Hans Pauli Strøm Javnaðarflokkurin Heilsumálaráðið[4]
2009–2011 Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkurin Heilsumálaráðið
2011 John Johannessen Javnaðarflokkurin Heilsumálaráðið
2011–2015 Karsten Hansen Miðflokkurin Heilsumálaráðið[5]
2015– Sirið Stenberg Tjóðveldi Heilsumálaráðið[6]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Frá 1975 til 1979 nevndist hetta ráðið: Heilsu-, ídnaðar- og løgmálaráðið
  2. Frá 1985 til 1988 nevndist hetta ráðið Landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðið
  3. Frá 1991 til 1993 nevndist hetta ráðið: Almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og mentamálaráðið
  4. Frá 2004 til 2008 nevndist ráðið Almanna- og heilsumálaráðið
  5. Tinganes.fo, Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948
  6. Soleiðis sær landsstýrið út