Giorgio Napolitano

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Giorgio Napolitano

Giorgio Napolitano (føddur 29. juni 1925 í Napoli í Campania, Italia; d. 22. september 2023) var ein italskur politikari (Democratici di Sinistra). Hann varð valdur til forseta í Italia hin 10. mai 2006 og tók sæti hin 15. mai sama árið. Hin 14. januar 2015 varð tað kunngjørt, at hann tók seg úr embætinum sum forseti av heilsuávum.[1]

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Í 1942 fór hann at lesa á universitetinum í Napoli og gjørdist limur í fasistabólkinum á fróðskaparsetrinum, Gruppo Universitario Fascista. Har fann hann útav, at fleiri onnur lesandi vóru kritisk yvirfyri fasistastýrinum í landinum. Seinni stovnaði hann ein kommunistiskan partisanbólk, ið stríddist móti fasistunum.

Í 1945 gjørdist Napolitano limur í kommunistaflokkinum í Italia, Partito Comunista Italiano, (PCI). Hann varð útbúgvin løgfrøðingur í 1947 og varð valdur inn í parlamentið í 1953.

Í 1956 gjørdist hann limur landsnevnd floksins. Sama árið tá ið tann ungarski uppreisturin varð bardur niður av sovjetiskum herdeildum, og tann italski kommunistaflokkurin kallaði ungarar fyri »kontrarevolutionerar«, »undirgravarar«, valdi Napolitani at stuðla linjuni hjá flokki sínum. Seinni hevur hann tikið frástøðu frá tí og hevur biðið um orsakað fyri at hann hevði ta meiningina tá.

Mátin ið flokkurin tók sær av tí ungarska uppreistrinum førdi til, at flokkuri fór í tvíningar í 1956, tá ið tað størsta fakfelagið tók frástøðu frá linjuni hjá kommunistaflokkinum og stuðlaði uppreistrinum. Mong hildu, at vegurin hjá Italiu móti sosialismu mátti grundast á demokrati. Giorgio Amendola stuðlaði sjónarmið teirra.

Napolitano stóð Amendolana nær og gjørist hereftir ein av teimum týdningarmiklastu politikarunum og leiðandi umboð fyri tann moderata-sosialdemokratiska vongin í flokkinum, tann sonevndi Miglioristi. Napolitani gekk aktivt inn fyri, at flokkurin tók navnabroyting til Democratici di Sinistra (vinstrademokratarnir). Í sínum egna flokki varð hann fyri atfinningum fyri at vera ov USA-vinarligur.

Frá 1992 til 1994 var Napolitano formaður fyri tað italska parlamentið og frá 1996 til 1998 var hann innlendismálaráðharri. Han var limur í Evroparáðnum frá 1999 til 2004. Í oktober 2005 varð hann útnevndur til senator fyri lívið av táverandi forsetanum Carlo Azeglio Ciampi saman við Sergio Pininfarina.

7. mai 2006 skeyt Romano Prodi hann upp sum kompromiskandidat sum italienskur forseti, og hann varð valdur við fjórðu atkvøðugreiðslu hin 10. mai.

Hin 20. apríl 2013 varð hann endurvaldur fyri eitt 7 ára skeið sum forseti Italiu og svór fyri aðru ferð eið sum landsins forseti hin 22. apríl sama ár.

Hann var giftur við Clio Maria Bittoni og hevur tveir synir.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Italian President Giorgio Napolitano to step down, Deutsche Welle 14. januar 2015, heintað 14. januar 2015


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið