Georg Friedrich Händel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Georg Friedrich Händel

Georg Friedrich Händel (enskt: George Frideric Handel) (føddur 23. februar 1685 í Halle an der Saale, deyður 14. apríl 1759 í London) var ein týskur, seinni bretskur, tónasmiður.

Händel var borin í heim í Halle í Týsklandi, men flutti til Bretlands í oktober 1712. Fimtan ár seinni, í 1727, gjørdist hann bretskur ríkisborgari. Hann skrivaði tónleik til enska hovið, og gjørdi eisini fleiri kend kórverk, m.a. Messias, sum varð frumframført tann 13. apríl 1742 í Dublin í Írlandi.

Eitt av viðgitnastu verkum Händels varð skrivað til kongliga skreyteldin í 1749.

Händel var, líkasum Johann Sebastian Bach, ein av teimum mest týðandi tónasmiðunum av barokk-tíðarskeiðinum.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]