Edmund Hillary

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sir
Edmund Hillary
Edmund Hillary, sirka 1953
Fødd(ur) Edmund Percival Hillary
(1919-07-20)20. juli 1919
Auckland, Nýsæland
Andaðist 11. januar 2008(2008-01-11) (aldur 88)
Auckland, Nýsæland
Hjúnafelagi(ar) Louise Mary Rose (g. 1953–75)
June Mulgrew (g. 1989–2008)
Børn Peter (f. 1954)
Sarah (f. 1955)
Belinda (1959–1975)
Foreldur Percival Augustus Hillary
Gertrude Hillary, f. Clark
Undirskrift

Sir Edmund Percival Hillary (20. juli 1919 - 11. januar 2008) var ein nýsælendskur fjallaklintrari, rannsóknarmaður og góðgerðarfólk. 29. mai 1953 gjørdist Edmund saman við Tenzing Norgay fyrstu fjallamenn at røkka toppin av Mount Everest. Edmund varð nevndur ein av 100 mest týðandi persónum í 20. øld av amerikanska tíðarritinum Time.

Edmund gjørdist áhugaður í fjallaklintring tá hann gekk í framhaldsskúla. Fyrsta avbjóðandi fjallið, ið hann klatraði var 1.933 metra høga Mount Olliver í Nýsælandi. Sum partur av Commonwealth Trans-Antarctic ferðalagnum náddi hann Suðurpólin til fóts í 1958. Seinni náddi hann eisini á Norðurpólin, og gjørdist tí fyrsti maður í heiminum, ið hevði verið á báðum pólunum og heimsins hægsta fjalli.

Eftir at Edmund hevði verið á Everest, stovnaði hann pengagrunnin Himalayan Trust, ið stuðlaði Sherpa fólkinum í Nepal. Hetta var eitt hjartamál, ið lá honum sera nær, og arbeiddi hann við tí restina av lívi sínum. Í gjøgnum pengagrunnin bygdi Edmund fleiri skúlar og sjúkrahús í Nepal.

Edmund var hermaður undir seinna heimsbardaga, har hann var stýrimaður í the Royal New Zealand Air Force.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Brot av áhugaverdum bókum útgivnar av Edmund Hillary:

  • High Adventure (1955), Hodder & Stoughton (London) (reprinted Oxford University Press (paperback) ISBN 1-932302-02-6 og sum High Adventure: The True Story of the First Ascent of Everest ISBN 0-19-516734-1)
  • East of Everest — An Account of the New Zealand Alpine Club Himalayan Expedition to the Barun Valley in 1954, with George Lowe (1956), E. P. Dutton and Company, Inc. ASIN B000EW84UM
  • No Latitude for Error (1961), Hodder & Stoughton. ASIN B000H6UVP6.
  • The New Zealand Antarctic Expedition (1959), R.W. Stiles, printers. ASIN B0007K6D72.
  • The Crossing of Antarctica; the Commonwealth Transantarctic Expedition, 1955–1958 with Sir Vivian Fuchs (1958). Cassell ASIN B000HJGZ08
  • High in the thin cold air; the story of the Himalayan Expedition, led by Sir Edmund Hillary, sponsored by World Book Encyclopedia, with Desmond Doig (1963) ASIN B00005W121
  • Schoolhouse in the Clouds (1965) ASIN B00005WRBB
  • Nothing Venture, Nothing Win (1975) Hodder & Stoughton General Division ISBN 0-340-21296-9
  • From the Ocean to the Sky: Jet Boating Up the Ganges Ulverscroft Large Print Books Ltd (November 1980) ISBN 0-7089-0587-0
  • Two Generations with Peter Hillary (1984) Hodder & Stoughton Ltd ISBN 0-340-35420-8
  • Ascent: Two Lives Explored: The Autobiographies of Sir Edmund and Peter Hillary (1992) Paragon House Publishers ISBN 1-55778-408-6
  • View from the Summit: The Remarkable Memoir by the First Person to Conquer Everest (2000) Pocket ISBN 0-7434-0067-4

Víðari lesnaður[rætta | rætta wikitekst]

  • Tuckey, Harriet (2013). Everest: The First Ascent - How a Champion of Science Helped to Conquer the Mountain. Lyons Press. p. 424. ISBN 978-0762791927.

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið