Dagur og vika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bygningar í Tórshavn hjá Kringvarpi Føroya.

Dagur og vika er tíðindasendingin í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin er til dagfesting einasta regluliga tíðindasending í landinum, har móttakarin hevur møguleika at uppliva tíðindi við livandi myndum. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku "public service" rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum. Tað var Finnbogi Ísakson, ið kom við heitinum, "Dagur og vika", og hevur tað hingið við síðan. Navnið varð valt, so at ein ikki bant seg til at koma við dagsaktuellum tíðindum, men bæði tí nýggjasta og tíðindum gjøgnum alla vikuna.

Dagur og vika fór í luftina á fyrsta sinni í mai 1984, og fram til 1. septembur sama ár varð ein sending víst um vikuna. Hesir fýra mánaðirnir vóru at rokna sum ein royndartíð, og tá tíðin royndist væl, varð farið undir at senda tvær ferðir um vikuna eftir hetta. Fólkini handan Dag og viku vóru tá m.o. Finnbogi Ísakson, Bergljót D. Hentze, Jógvan Jespersen, Zacharias Hammer, Jógvan Olsen, Árni Gregersen og Johnsigurd Johannesen [1].

Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu á bandi við flogfari úr Danmark og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í mars ella apríl 1986 fór sjónvarpið undir at taka tíðindatilfar niður beinleiðis frá fylgisveini. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendinet.

Tey fyrstu árini bleiv Dagur og vika send kl. 20:00. Eitt summar bleiv hetta broytt til kl. 19:00. Hetta bleiv so væl dámt, at hetta gjørdist nýggja senditíðin framyvir.

Í 2013 varð Dagur og vika send fýra dagar um vikuna: mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Sendingin er bert gerandisdagar, um ein av nevndu døgum er heilidagur, so verður ikki sent. Serligar hendingar kunnu tó føra til at sent verður til aðrar tíðir. Tá verður sendingin nevnd Eyka dagur og vika. Dømi um hetta eru, politiskar hendingar, vanlukkur sum bussvanlukkan undir Valaknúkum, eldurin umborð á Scandinavian Star og yvirgangsálopið í New York 11. september 2001.

Summarið 2013 varð eingin tíðindasending í sjónvarpinum í fleiri vikur.

Síðan fyrstu sendingina í 1984 til 11. juni 2013 varð Dagur og vika send úr Vørðsluni. Hereftir verður sent úr útvarpshúsinum. Bygningarnir í Vørðsluni eru seldir og koma útvarpið og sjónvarpið hjá kringvarpinum at halda til í útvarpshúsinum í Sortudíki.

Í 2019 varð Dagur og vika broytt til at vera ein samanrenning av eini traditionellari tíðindasending og einum magasini, við nýggjari sjónvarpsstovu, nýggjum vertum og nýggjum grafikki.

Í oktober 2022 varð aftur flutt í nýggja og dagførda sjónvarpsstovu.

Verturin er redaktørur á sendingini. Afturat sær hevur hann ein hjálparredaktør.

Vertir á Degi og viku í dag eru: John Johannessen, Jón Brian Hvidtfeldt, Elin Winther Poulsen, Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen.

Sjónvarpsvertir[rætta | rætta wikitekst]

  • Árni Gregersen
  • Sigrún H. Brend
  • Bogi Godtfred
  • Johnsigurd Johannesen
  • Grækaris Magnussen
  • Annika Bolton Mortensen
  • Ingolf S. Olsen
  • Katrin Petersen
  • Øssur Winthereig
  • Finnur Koba
  • Beinta Løwe
  • Uni Holm Johannesen (10. apríl 2014 - 2. mai 2022)
  • Heini Gaard (16. september 2019 - 17. desember 2019)
  • Sólvit Nolsø (2. august 2019 - 5. mars 2021)
  • Barbara Holm (17. januar 2020 - 12. mai 2022)
  • Elin Mirjamsdóttir (2. september 2019 - 6. oktober 2023)
  • Vertir í dag:
  • John Johannessen (2001-2004 + síðani 6. januar 2020)
  • Jón Brian Hvidtfeldt (síðani 28. november 2019)
  • Elin Winther Poulsen (síðani 17. oktober 2022)
  • Krista Johnsdóttir Kreutzmann (síðani 3. januar 2023)
  • Tróndur Olsen (síðani 20. mars 2023)

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.imdb.com/title/tt1444844/

2. https://kvf.fo/sites/default/files/public_service-fragreiding_2019.pdf