Cabinda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort av Angola har Cabinda er merkt.

Cabinda (ella Kabinda) er angolskur landslutur beint norðan fyri Sair. Cabinda er ein landslutur, sum framleiðir tað mesta av oljuni í landinum, og vápnað stríð fyri loysing hevur verið ávegis í fleiri ár. Eitt friðarskjal varð undirskrivað í 2006.

Her eru funnar nakrar av størstu oljukeldunum í Afrika. Hildið verður, at í hesari oljuleið, stutt úr landi, eru einar 1,5 mia. tunnur av olju og ovurnógv gass. Í Cabinda búgva umleið 357 576 fólk. Umleið 7,82 fólk búgva á hvørjum km2. Móðurmálið er ibindiskt.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið